- Búskapurin ongantíð verið so sjálvbjargin sum nú

Kristina Háfoss hevur júst lagt játtanarkarmarnar fyri 2020 fram

Kristina Háfoss, landstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur júst lagt játtanarkarmarnar fyri 2020 fram. Her umrøddi hon tað, sum landsstýrið hevur fram seinastu fýra árini, og hvørji málini eru fyri komandi fimm árini.

 

- Búskapurin hjá okkum hevur ongantíð verið so sjálvbjargin í nýggjari tíð. Inntøkurnar hjá landinum eru øktar við 1,3 milliard frá 2014-19. 94 prosent av almennu inntøkunum eru egnar, meðan 6 prosent er blokkstuðul.

 

Soleiðis segði landsstýriskvinnan, sum legði dent á, at vit hava fingið eitt meira tíðarhóskandi samfelag við samhaldsfestni. 

 

- Sanniliga eru Føroyar blivnar meira sjálvbjargnar og tíðarhóskandi. Vit hava fingið ein metstóran fólkavøkstur, sum tykist meira varandi, enn áðrenn. Vit hava framt skattalættar, javnari býti av ríkidøminum og nýskipanir.

 

Hon vísti á, at avlopið er upp í 700 mió, og BTÚ pr. íbúgva er hægri í Føroyum enn í Danmark.

 

- Tað sigur nakað um, at vit hava skapt munandi fleiri virðir, og hvussu ríkt okkara samfelag er, og tað kunnu vit øll fegnast um.

 

Íløgur og ætlanir

Samanlagt er játtanin til heilsuverkið økt við 274 milliónum frá 2015 til 2020. Í 2020 verða 70 mió krónur lagdar aftrat til heilsuverkið í mun til fíggjarlógina í ár. 

 

Íløgur verða gjørdar í arbeiði at gera búð- og umlættingardepil til fólk við autismu, bústovnar til fólk við menningartarni. Eisini er ætlanin at byggja nýtt barnaheim. Íløgur verða gjørdar í Tjóðleikhús, listaskúlan á Sandi, Tjóðsavn Føroya og Havrannsóknarskipið.

 

Longu í ár fáa allir pensjonistar minst 1000 krónur meira at liva fyri um mánaðin. Mótrokning millum hjún verður strikað, útsett ella framskundað pensjón verður møgulig, og pensjónsskattaskipanin verður stigvaksandi.

 

Landsstýriskvinnan vísti á, at ein av stóru avbjóðingunum, sum føroyska samfelagið stendur í beint nú, er vantandi bústaðir. Tí verður arbeitt við einum størri útboði av almennum og privatum bústøðum, umframt einum bráðtørvslista.

 

Stuðulin til mentan og list og savnsøkið skal mennast. Filmshús og tónleikaútflutningsstovan verða uppraðfest. Fleiri nýggjar útbúgvingar eru á skrá, sum landsstýrið ætlar sær at arbeiða við. Landsstýrið hevur sett 10 mió av í játtanarkørmunum fyri 2020 til deplar kring landið, sum skulu menna fiskivinnugransking og nýskapan. 

 

Ætlanin er at yvirtaka útlendingamál og loftrúm, og so verður heimtøka av landslæknaembætinum fyrireikað. Á sendistovuøkinum verður eisini arbeitt fyri at umboða Føroyar betur úti í heimi. Ætlanin er at seta á stovn nýggja sendistovu í Beijing.