Í dag er aðalorðaskifti í tinginum um Hvítubók og um viðurskiftini millum Danmark og Føroyar.
Nógv hevur verið sagt og skrivað um Hvítubók, um tað sum stendur í henni og ikki minst tað sum ikki stendur í henni.
Tað er eingin loyna, at broytingarnar, sum standa fyri framman eru stórar, men spurningurin er um tær eru til tað góða ella til tað ringa.
Í kjakinum er komið fram, at tað einasta, sum er púra vist í sambandi við Hvítubók er, at livistøðið í Føroyum lækkar um so er, at ríkisveitingin fellur burtur.
Kreditvirði broytist
Tað er eingin ivi um at so er, men so er spurningurin er tað nú tað einasta sum er vist.
Hvat við føroyska kreditvirðinum. Fær tað ikki ein undir vangan um so er, at ríkisviðurskiftini verða broytt.
Henda spurning hava vit biðið Jørn Astrup Hansen, bankastjóra, svara uppá.
Hann sigur, at tað ikki er nakar ivi um, at føroyska kreditvirðið broytist um Føroyar taka seg burtur úr ríkisfelagsskapinum.
? Vit eiga at staðfesta, at tað verður støðan. Um alt annað uttan um verður verandi óbroytt, so er neyvan nakar ivi um yvirhøvur, at Føroyar hava eitt verri kredittvirði uttanfyri ríkisfelagsskapin enn innanfyri.
Men kann tað ikki fara at gerast ein trupulleiki fyri føroyska samfelagið t. d. við at vit fáa trupult við at lána pening uttanlands?
? Tað veit eg ikki. Sjálvandi kann tað verða ein trupulleiki at tað er torført at lána, men tað kann verða ein líka stórur trupulleiki um vit hava ov lætt við at lána penging, og serliga um lánijáttanin ikki byggir upp á eitt kredittvirði, sum ikki hevur støðið í tí sum tann føroyski samfelagsbúskapurin klárar at bera, sigur Jørn Astrup Hansen.
Yvirmettu
okkara evnir
Hann leggur afturat, at ein av orsøkunum til, at føroyska samfelagið fekk so stórar trupulleikar at dragast við í byrjanini av nítiárunum var, at tað var so ótrúliga lætt at lána pengar uttanlands.
? Vit yvirmettu okkara evnir at gjalda skuldina aftur, og tí læntu vit alt ov nógv.
Men hvar kemur ríkisfelagsskapurin inn í myndina?
? Tað skal eg siga tær. Tá vit læntu pengar í 80-unum, so var tað ikki bara upp á okkara egna kreditvirði, men eisini tað danska kreditvirði, sum er alt ov gott sammett okkara tørv.
Jørn Astrup Hansen vísir á, at tað, tá talan er um lániveiting, eru innbygdar ávísar sjálvjavnandi kreftir. Men hesar virkaðu ikki fyri okkara viðkomandi í áttatiárunum Lániveitararnir spekuleraðu kyniskt - og ta- skuldi vísa seg at vera við røttum - í, at Danmark fór at stíga inn og hjálpa um neyðugt.
Hvør var so avleiðingin fyri Føroyar
? Avleiðingarnar haldi eg tey flestu okkara minnast enn. Tá vit skuldu í holt við at gjalda lántu pengarnar aftur, nyttaði danska kreditvirði einki. Nú høvdu vit bara okkara egnu evnir at gjalda aftur við, og tey vístu seg í 1993 at vera alt ov vánalig sammett við tað, sum vit høvdu bundið okkum til, sigur Jørn Astrup Hansen.
Kautiónslán
Bankastjórin sammetir føroysku lánini við eitt vanligt bankalán móti kautión.
? Tað er uttanfyri allan iva, at lániveitarin hevði stóra gleði av at har var ein kautiónistur, men fyri lántakarin er gleðin meira ivasom. Tað er ikki sunt, at lánið verður veitt upp á umstøðurnar hjá kautiónistinum, heldur enn umstøðurnar hjá lántakaranum sjálvum, leggur Astrup afturat.
Men kann mann so ikki trúgva upp á tær sjálvjavnandi kreftirnar, sum tú kallar tað, um skaðin skuldi hent?
? Tað kann mann sjálvandi, men í okkara føri máttu vit bíða heitl til 1998 áðrenn vit fingu eina avtalu við danska statin um skuldina. Á sama hátt, sum tá ein banki kann innheinta skuldina hjá kautiónistinum um lántakarin ikki heldur gjørdar avtalur, so gjørdu kreditorarnir hjá føroyska samfelagnum tað sama. Teir fóru til danska statin eftir peninginum. Danski staturin stóð við somu skyldum, sum ein kautiónistur ger, sigur bankastjórin.
Í læntum pjøkum
Hann leggur afturat, at um ein lenar seg ov nógv upp at kredittvirðinum hjá einum øðrum - líkamikið um tað er hjá einum kautiónisti, ella sum í okkara føri tí danska - so er vandi fyri, at láni gerst ov stórt og tað hevur eisini stóra ávirkan á akkordmøguleikarnar.
? Lániveitararnir vistu, at danski staturin stóð aftanfyri føroysku lánini, og hví skuldu teir so fara inn og gera gjaldsavtalur, sum vóru skilagóðar avtalur fyri okkum, spyr Jørn Astrup Hansen.
Kommunulánini
Tað hevur verið tosað nógv um búskaparligu avleiðingarnar av at Føroyar eru við í ríkisfelagsskapinum. Kanst tú vísa á konkret dømi í so máta?
? Hetta snýr seg ikki um akademiskt túnatos. Hetta er veruleiki. Eg kann geva eitt dømi um hvat yvirdrivið kredittvirði kann leiða til. Í fleiri førum kautioneraði staturin fyri landsstýrið, sum kautioneraði fyri kommunurnar. Henda kautiónin gjørdi tað møguligt hjá kommununum at lána nógv meir frá Kreditforeningen af Kommuner i Danmark, enn tær vóru førar fyri at gjalda aftur, og vit kenna avleiðingarnar. Ein slík samanseting kann leiða til at ov nógv og alt ov stór lán. Í øllum førum er tað torført at fáa eyga á hvat skal halda kreditfeløgunum frá at lána føroyingum pengar, sigur Jørn Astrup Hansen.
Men leggur tú so upp til, at tað er okkara egni búskapur, sum skal skapa okkara egna kreditvirði, sum so aftur skal vera grundarlagið undir okkara lánimøguleikum uttanlands.
? Tað sigur seg sjávlt. Eingin lántakari - hvørki privatur ella eitt land - kann liva við at lána pening upp á annað kreditvirði enn sítt egna. Og kredittvirði verður bara bygt upp av førdum búskaparpolitikki, sigur Jørn Astrup Hansen, bankastjóri at enda.