? Tað, sum skilir okkum er fyrst og fremst búskapur. Tað sum skilir okkum er, um skiftistíðin skal vera fýra ár, fimtan ár ella meira.
Hesi vóru orðini hjá danska forsætisráðharranum á tíðindafundinum í forsætisráðnum beint eftir, at samráðingarnar um føroyskt fullveldi eftir verandi leisti slitnaðu í forsætisráðnum hóskvøldið.
Poul Nyrup Rasmussen vísti á, at danska stjórnin metir hetta vera veruligu orsøkina til, at landsstýrið ikki longur vil samráðast eftir verandi grundarlagi.
? Í kvøld hava vit síðani havt eitt drúgt kjak um jura, sum eg ikki haldi hoyrir heima í hesum her samráðingunum. Danska stjórnin virðir eina avgerð frá føroyska fólkinum um fullveldi. Hetta hevur ein breiður meiriluti á Fólkatingi greitt boðað frá. Vit hava staðfesti, at tað er føroyska fólkið einsamalt, ið avger sína framtíðarstøðu. Greiðari kann tað ikki vera, slóð danski forsætisráðharrin fast í sambandi við kjakið, um Føroyar eru ein tjóð ella ikki.
Føroyingar hava ynskt eitt løgfrøðisligt kjak um hesi viðurskifti. Men danska stjórnin er í teirri støðu, at hon í hesum sambandi skal halda seg til grundlógina. Tí kann danska stjórnin ikki staðfesta, at Føroyar eru eitt »sjálvstøðugt fólkarættarligt subjekt«, staðfesti danski forsætisráðharrin.
Poul Nyrup Rasmussen vísti á, at danska stjórnin hevur skotið upp fyri landsstýrinum, at føroyska fólkið skal gera av, um vit skulu halda fram undir verandi skipan, menna eitt sjálvstýri, ella um Føroyar skulu hava fullveldi.
- Báðir partarnir skulu nú umhugsa støðuna, sum er íkomin í kvøld. Og einaferð, tá báðir partar eru klárir til at fara aftur til samráðingarborðið, skulu teir boða frá hesum. Hetta eru báðir partar samdir um, segði Poul Nyrup Rasmussen, sum annars harmast um, at støðan er vorðin, sum hon er nú.