Bústaðarmynstrið verður meira fjøltáttað

Ein privat fyritøka, sum hevur útvegað sær lendi til verkætlanina, fer í næstum at byggja einar 10-12 leiguíbúðir í Skálavík.

 

 

Nú verða stig tikin til at byggja leiguíbúðir Undir Hagabrekku í Skálavík. Ein privat fyritøka skal byggja íbúðirnar í samstarvi við íbirtaran, sum er Birgir W. Høgnesen. Stigtakararnir hava sjálvir útvegað sær lendi til ætlanina.

Skálavíkar kommuna hevur leingi hugsað um møguleikan við íbúðum og at útvega størri byggiøki til sethús. - Ymisk hugskot hava verið, men kommunan kann ikki sjálv fara undir slíka íbúðarbygging.

Tí fegnast borgarstjórin, Linjohn Christiansen, um tað samstarv, sum nú er fingið í lag, og sambært ætlanini skulu íbúðirnar standa lidnar um ólavsøkuleitið 2022. Hann heldur, at hetta er ein spennandi verkætlan og fegnast um, at ætlanin nú er komin so mikið langt.

- Talan er um eina sera spennandi íbúðarverkætlan, sum fevnir um einar 10-12 nýggjar leiguíbúðir við góðari staðseting og útsýni, sigur borgarstjórin og vísir á, at tá hugskotið birtist fyri umleið hálvum ári síðan, var kommunan beinanvegin klár at veita ta hjálp, sum tey megna.

- Óformligir fundir hava verið millum stigakararnar og borgarstjóran, og eg trúgvi upp á ætlanina, soleiðis sum hon nú fyriliggur, sigur Linjohn Christiansen. Sjálvur væntar borgarstjórin, at stórur tørvur verður á bústøðum í Skálavík, nú tunnilin nærkast.

Tí er alneyðugt, heldur hann, at allir partar samstarva um at finna loysnir, og tað vil Skálavíkar kommuna meira enn fegin. Nú skal málið um íbúðarbygging sína vanligu gongd við byggiloyvum og treytum annars.

- Okkara partur at fremja hesa íbúðarætlan í verki, skal so ikki liggja eftir, sigur Linjohn Christiansen.