Bústaðarpolitikkur í fremstu røð

Eg veit, hvat tað merkir at vaksa upp uttan eitt fast heim. Við bústaðarmálinum fremst bjóði eg meg fram til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu. Eg havi flutt nógv sum barn, og sum 16 ára gomul flutti eg heimanífrá í eina íbúð undir Fjalli í Havn, har eg enn búgvi. Og tá eg næsta summar fái húgvuna á høvdið, missi eg íbúðina aftur. So eg veit um nakar, hvussu ørkymlandi, stressandi og ótrygt tað er at vaksa upp uttan eitt fast heim.

 

Høvuðsstaðurin skal vera fyri øll

Eg eri ung, kvinna, lesandi og politisk virkin her í Havn. Nógv hava spurt meg, hví eg akkurát vil í býráðið at stríðast fyri bústaðarloysnum. Tey siga, at stríðið er vónleyst, og óansæð, hvussu nógv valevnini lova, endar bústaðarpolitikkurin altíð niðast í bunkanum, tí býráðið heilt einfalt ikki ynskir ein høvuðsstað fyri øll. Og eg má siga, at eg trúgvi teimum. Men samstundis er júst hetta orsøkin til, at eg bjóði meg fram.

 

Vantandi vilji

Tí skilji eg ómetaliga væl kritikkin av verandi politikarum. Heildarætlanir og fínir bóklingar kunnu ikki fjala tað, sum veruliga bagir í býráðssalinum: Viljin er barasta ikki til staðar. Onkuntíð ivist eg í, um býráðspolitikarar vita, hvat tað merkir at vera heimleysur. At vaksa upp uttan egið heim. Ella at muga flyta av landinum fyri at finna ein bústað fyri ein sømiligan prís? Líkamikið hvussu langur bíðilistin hjá Bústøðum er, tykist bústaðarpolitikkurin altíð at enda aftast í røðini.

 

Handling má til

Eg havi sjálvandi ítøkiligar ætlanir, sum eg fari at virka fyri. Sum høvuðsstaður eigur og skal Havnin ganga á odda. Havnin er størsta kommuna í landinum við flest skattaborgarum. Hetta gevur fleiri møguleikar fíggjarliga, enn aðrar kommunur hava, eitt nú Vágs kommuna. Kortini síggja vit ferð aftaná ferð, at í Vági verður gjørt pláss fyri øllum, sum ynskja at búgva har. Sum nú er hava kommunurnar heimild at byggja til lesandi, eldri og lutaíbúðir, men kommunan brúkar ikki sína heimild. Tað skal broytast, um eg komi inn. Her skal ferð á byggingina, eisini við lutaíbúðum, har vit í nógv størri mun kunnu liva umhvørvisvinarligt við felags urtagørðum, felags hølum, hentleikum, amboðum v.m. Tørvurin hjá borgarunum broytist, og tað skal avspeglast í bústaðarmynstrinum. Setrið fær alsamt fleiri útbúgvingar at velja ímillum, men kortini velja tey ungu at fara uttanlands at lesa. Og ein av orsøkunum er, at tey ynskja at búgva fyri seg sjálvi, men tað er ikki gjørligt í Føroyum, soleiðis sum kostnaðarstøðið og útboðið er nú. Við fleiri lestraríbúðum tryggja vit okkum, at tey ungu verða verandi her. Tey eldru vilja úr sínum stóru tómu húsum, tí tey orka ikki at halda tey sjálvi. Sjálvandi skulu tey hava møguleika at njóta sítt otium, men har er onki alternativ. Tað skal broytast. Vit skulu hava eldraíbúðir og stuðla undir at byggja búfelagskapir til 60 +. Kommunan skal arbeiða við langtíðarloysnum á bústaðarøkinum; ikki bara 4 ár fram. Enn hava kommunurnar ikki heimild at byggja íbúðir til vanligu familjuna. Sitandi býráð hevur valt ikki at gera nakað við trupulleikan. Komi eg inn, vil eg arbeiða fyri, at Tórshavnar kommuna gongur á odda í Kommunufelagnum fyri at streingja á at fáa hesa heimild í lag. Láglønarbólkar hava ikki ráð á búgva í Tórshavn, tað skal steðgast. Tórshavnar kommuna skal vera fyri allar borgarar. Men uttan handling eru ætlanirnar einki betur enn glansbílætabóklingarnir hjá kommununi.

 

Vel ein kempara

Eg vil vera tann, sum krevur, at Tórshavnar kommuna ikki verður latin upp í hendurnar á bústaðarspekulantum. Bústaður er ein mannarættur; ikki ein vanlig handilsvøra á fría marknaðinum. Tí tá hava ikki øll ein kjans. Býurin skal vera fyri øll – eisini ung, gomul og vanlig arbeiðsfólk. Tað sigi eg, tí at eg meini tað. Eg veit, hvat tað merkir ikki at vita, hvar eg búgvi um eitt ár. Framtíð mín, eins og hjá so mongum øðrum, avhongur í stóran mun av hesum valinum. Velur tú meg, velur tú ein kempara fyri fjølbroyttari bústøðum í Tórshavnar kommunu.

Milia Egilsnes Anda,

valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu