Bót fyri at kasta sær av vatninum í miðbýnum

Tað er ikki bara bara, at sleppa sær av við vatni á skeivum stað

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at vikuskiftið hevur sum heild verið friðarligt.

 

Løgreglan hevur gingið í miðbýnum um vikuskiftið og fyri tað mesta hevur lítið verið at gjørt og fólk hava skikkað sær

 

Ein maður bleiv tó tikin í miðbýnum fyri at kasta sær av vatninum á ein handilsbygnin í miðbýnum. Fyri tað fær viðkomandi eina bót.