Bjartskygni er aftur við at innfinna seg í løgtingshúsinum, har samráðingar fara um skipan av nýggjari samgongu. Málsøkini verða býtt í morgin Sandoyartunnilin er eyðsýnt tað einstaka málïð, ið hevur verið torførast at fáa upp á pláss.
Ein stórsmílandi Gerhard Lognberg má takast sum eitt týðuligt tekin um, at hetta málið nú er loyst. Hvat avtalað er, ber ikki til at fáa út úr nøkrum í løtuni.
Næstformaðurin í Tjóðveldinum, Torbjørn Jacobsen, sigur, at endaliga semjan um eitt samgonguskjal verður fingin upp á pláss í seinasta lagi á midnátt.
Hann váttar, at Sandoyartunnilin var tað einstaka málið, ið var tað truplasta.
- Tað eru skrivaðar nógvar síður, og í morgin fer ein redaktiónsbólkur í gongd við at redigera tað. Síðani fara vit undir at býta málsøkini millum okkum, sigur næstformaðurin í Tjóðveldinum, Torbjørn Jacobsen.
Somu fatan hevur formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana.
Rás2 fylgir samráðingunum, har tíðindasending er hvønn tíma, so leingi nakað nýtt er at frætta.