Bátahyljar eru umhvørvisbumbur

Bátahavnir í Noregi eru so nógv dálkaðar av eitt nú eituri frá botnmáling av bátum, at hesar eru rættiligar umhvørvisbumbur, siga norðmenn

Umhvørvi

Norsk bløð skriva, at kanningar, sum gjørdar eru av smábátahavnum ella bátahyljum í Noregi, vísa, at hesir eru "reinar" umhvørvisbumbur, sum bløðini rópa tað. Serkøn á økinum hava ávarað fólk ímóti at skola fisk í bátahyljunum, tí vandi er fyri, at fiskurin verður dálkaður.
Ávaringarnar í Noregi koma eftir, at kanningar eru gjørdar av seks tilvildarliga útvaldum bátahavnum og bátahyljum.

Úrslitið er sannførandi.
Verkfrøðingurin, Grete Haugan, sigur við Bergens Tidende, at allar bátahavnirnar, sum vóru við í kanningini, vóru munandi dálkaðar.
- Eitt nú er stórar nøgdir av eituri funnar, sum stava frá botnmálingini á bátum, evnir úr tjøru og ymisk tungmetall, sigur verkfrøðingurin.
Í Noregi rokna tey við, at dálkingin í tilvildarliga útvaldu bátahyljunum ikki er eindømi, men sæst aftur um alt landið. Frammanundan hava tvær kanningar aðrastaðni í landinum víst somu úrslit.

Hjá okkum?
Nú eru vit føroyingar kanska ikki so óførir at kanna leyst og fast, og neyvan eru vit enn so bevíst umhvørvisliga, sum ynskiligt hevði verið. Tað eru jú hini, sum dálka ? og ikki vit, hava vit kanska lyndi at halda. Áhugavert hevði tó verið at kannað bátahyljar í Føroyum fyri dálkingarvandar, sum møguliga kunnu vera til bága fyri fólk og fæ, hóast Noreg hevur djúpri firðir enn vit.
Í greinini um bátahavnir sum umhvørvisbumbur í Noregi, stendur einki um, hvussu hesar havnir liggja ? um tær liggja inni á firðunum ella við streymasjógv.