Bátar kunnu dyrgja eftir makreli

Tað er einki, sum forðar útróðrarmonnum í at fiska makrel, men landsstýrismaðurin hevur sagt, at best er, um bátarnir fáa loyvi úr Fiskimálaráðnum, áðrenn lagt verður til brots

MAKRELUR

Í fjør og partvís í fyrraári gjørdu einstakir útróðrarbátar royndir at veiða makrel við dorg. Royndirnar vístu, at hetta væl letur seg gera, og í ár hava enn fleiri útróðrarmenn gjørt seg út við nýggjum og betri skipanum til hesa veiði.
Enn bíða menn tó eftir, at Fiskimálaráðið fer at skriva út loyvi til veiði eftir makreli.
Landsstýrismaðurin, Jacob Vestergaard, sigur, at í prinsippinum er einki sum forðar einum útróðrarmanni at veiða makrel.
- Tað hevur ikki verið vanligt at avmarka royndina hjá útróðrarmonnum eftir ávísum fiskasløgum, og tá fiskurin er veiddur – antin tað er makrelur ella annar fiskur – er ikki loyvt at tveita fiskin í havið aftur.
Jacob Vestergaard sigur, at Fiskimálaráðið tó hevur latið menn, sum hava spurt seg fyri, vita, at ráðið ynski at kunna fylgja veiðini og gongini við makrelinum annars.
- Tí hava vit sagt, at vit eisini fara at skriva út loyvir til dyrging eftir makreli, tá fiskiskapurin kann byrja, sigur landsstýrismaðurin.