Vestmenningar eru við at koma undir land við at fáa alt upp á pláss til bátastevnuna, sum skal haldast í Vestmanna í vikuskiftinum. Nú nærkast tíðin av álvara til, at Føroya størsta bátastevna verður skotin í gongd.
Og tað verður eisini skotið í orðsins rætta týdningi, tí hin 20. mai klokkan 16 verður startskotið fyri slóðbrótandi tiltakinum innan føroyskan kappróður latið av. Hetta er 6000 metra langteinaróðurin, sum nú verður royndur á fyrsta sinni.
Úr Vestmanna verður sagt, at tá kappróðrarbátarnir eru komnir á mál, verður stórur spenningur um, hvat tá fer at henda. Tá kemur nevniliga Trøllafamiljan á vitjan við buldri og braki, og hon kemur í eini tyrlu.
- Trølla Omman ætlar at útvega sær eitt stórt krígsskip við kanónum, og hon fer at skjóta, so tað fer at runga í fjøllunum!
Fríggjakvøldið klokkan 19 hava Trøllafamiljan og Kularrøtur eisini stórt barnatiltak í ítróttarhøllini ? og klokkan 22 sama kvøld verður rimmar konsert við vælumtókta bólkinum, Páll Finnur Páll, siga tey í Vestmanna.
Leygardagin hin 21. mai klokkan 14.30 siglir allur bátaflotin av Fútakletti undir Vágalandinum og inn á Vestmanna, har suppa og okkurt gott aftur við verður at fáa í tjaldinum.
Leygardagin frá klokkan 16 verður eisini skipað fyri mini-tivoli og øðrum tiltøkum fyri børnum í ítróttarhøllini.
Bátastevnubúffar fáast í tjaldinum eftir klokkan 18, og leygarkvøldið verður tann stóri bátastevnudansurin í ítróttarhøllini, har orkestrini, Moonshot, Vestmenn og Thunderbirds, fara at spæla.
Pláss til bátar og húsvognar kann bíleggjast á www.vif.fo Atgongumerki til tiltøkini fáast í forsølu á Magn í Vestmanna, Effo í Kollfjarðardali og á Kunningarstovunum í Tórshavn, Vágum, Runavík og Klaksvík.