EYSTUROY
Tað er eingin slingur í valsinum. Sambandsflokkurin er størsti flokkur í Eysturoy. Síðani 1978 hava tað verið fimm umdømisvaldir tingmenn í valdøminum, og Sambandsflokkurin hevur hvørja ferð átt tveir umdømisvaldar. Frammanundan 1978 vóru fýra umdømisvaldir tingmenn. Tá átti Sambandsflokkurin umframt ein umdømisvaldan so at siga á øllum valunum ein eykavaldan í Eysturoy.
Á tveimum valum síðani floksbýtið í 1906 hevur Sambandsflokkurin ikki verið størsti flokkur í Eysturoy. Fyrra ferðin var í 1945, tá Fólkaflokkurin, sum hevði ógvuliga stóra undirtøku undir krígnum, var tólv atkvøður frammanfyri Sambandsflokkin. Og seinna ferðin var í 1954. Eftir sera turbolentu árini við fiskimannaverkføllum og stórum trupulleikum við Sjóvinnubankanum, var Tjóðveldisflokkurin, sum var so mikið feskur, at hann stillaði upp fyri aðru ferð, størstur. Hann hevði tá 941 atkvøður og 104 fleiri enn Sambandsflokkurin.
Síðani floksbýtið í 1906 er tað bara eina ferð komið fyri, at Sambandsflokkurin ikki hevur átt í minsta lagið tveir tingmenn í Eysturoy. Tað var í 1966. Tá varð bara Johan Poulsen á Strondum valdur. Á valinum í 1962 varð umframt Johan Poulsen eisini Jens Chr. Olsen á Toftum valdur. Hann doyði tíðliga í valskeiðnum. Í staðin fyri hann kom Hilmar Petersen í Fuglafirði á ting í 1963, men hann doyði í 1965. Tá kom Reinhold Thomsen í Gøtu inn.
Sambandsflokkurin átti á øllum valunum fram til og við valinum í 1943 trý umboð í Eysturoy, fleiri ferðir áttu teir fýra umboð, og á valinum í 1924 komu fimm sambandsmenn úr Eysturoyar valdømi á ting.
Høvuðsmenninir
í Eysturoy
Tað hevur verið eyðkent fyri Sambandsflokkin í Eysturoy, at hann oftast hevur verið umboðaður í løgtinginum av fremstu persónunum í flokkinum, og at hesir hava verið í langt áramál í politikki. Andrass Samuelsen, sýslumaður í Fuglafirði, sat á tingi í 44 ár. Hann var floksformaður og fyrsti løgmaður í nýggjari tíð. Johan Poulsen hevði, tá hann legði frá sær í 1970, verið í tinginum í 50 ár ? tað er met ? og hann var floksformaður aftaná Andrass Samuelsen.
Jógvan Ingvard Olsen á Toftum var tingmaður 1970?1998. Hann var sonur Jens Christian Olsen, sum fram til 1963 í fleiri skiftum hevði verið tingmaður í 20 ár tilsaman. Beiggi Jógvan Ingvard Olsen, Alfred Olsen, varð valdur í tingið, tá Jógvan Ingvard ikki stillaði uppaftur.
Jóhannes Martin Olsen á Strondum tók í 1970 við eftir Johan Poulsen. Jóhannes Martin Olsen fall í 1988. Tá varð Edmund Joensen á Oyrabakka valdur. Hann gjørdist skjótt formaður í flokkinum og var løgmaður 1994?1998.
Tá Edmund spleysaði Jóhannes Martin av, og sessurin flutti av Strondum og í Sundalagið, var tað fyrsta ferðin, at eingin á Strondum var í tinginum fyri Sambandsflokkin, og tað var eisini fyrsta ferðin, at ein sambandsmaður í Eysturoy vann tingsessin frá einum øðrum sambandsmanni.
Í 1990 fekk Edmund Joensen 501 persónligar atkvøður. Hetta er hægsta talið, sum nakar umdømisvaldur tingmaður í valdøminum nakrantíð hevur fingið.
Fáar skiftingar
Burtursæð frá Sambandsflokkinum hava hinir stóru flokkarnir síðstu hálvu øldina so at siga átt støðuga tingumboðan í valdøminum. Frá 1954 og inntil 1966 átti Tjóðveldisflokkurin tveir tingmenn í valdøminum. Í 1962 vóru teir valdir á tveimum listum. Hans Jákup Ellingsgaard á Eiði varð umdømisvaldur á øðrum, og Fredrik Hansen (pápi núverandi landsstýrismannin í fíggjarmálum), sum frammanundan hevði verið tingmaður í átta ár, var eykavaldur á hinum. Frammanundan hevði Frederik verið tingmaður í eitt skeið saman við Olafi Ellingsgaard á Eiði og í eitt skeið saman við Jógvani Høgnesen í Fuglafirði.
Frederik var í tinginum inntil 1970. Tá fall hann fyri Signari Hansen úr Fuglafirði, sum tá var lærari á Strondum. Signar hevur verið valdur hvørja ferð ? uttan í 1980. Tá lá Petur Reinert á honum. Kappingin millum teir báðar var ofta tøtt.
Javnaðarflokkurin var næststørstur í Eysturoy í 1966 (tá fekk Petur Eli Mikkelsen, sáli, dygga undirtøku á Toftum, har hann var lærari) og aftur í 1990. Seinnu árini hevur hann fyri tað mesta verið tann minsti í valdøminum av størru flokkunum.
Fyrsti javnaðartingmaðurin í Eysturoy var eiðismaður. Hans Jacob Poulsen varð valdur í 1936. Hann doyði longu 24. januar í 1937, og tá kom Joen Simon Heinesen í Leirvík inn. Á valinum í 1940 varð J. Fr. Øregaarad valdur, og hann var tingmaður inntil 1978. Hann var ættaður úr Leirvík og búði í Gøtu.
Tá Øregaard legði frá sær, var stór kapping um javnaðarsessin. Jørgen Thomsen, sum var ættaður úr Gøtu og búði á Skála, vann hann við 139 persónligum atkvøðum. Tað er lægsta talið, sum umdømisvaldur tingmaður í Eysturoy hevur verið valdur á ting við. Jørgen Thomsen var tann fyrsti og higartil tann einasti skálamaðurin, sum síðani floksbýtið í 1906 hevur verið valdur á ting.
Tá Jørgen Thomsen ikki stillaði uppaftur í 1994, misti Javnaðarflokkurin mannin í Eysturoy. Í staðin vunnu Óli Jacobsen og Verkamannafylkingin sessin. Í 1998 varð Dan R. Petersen, sum er ættaður úr Saltnesi og búsitandi í Fuglafirði, valdur á javnaðarlistanum. Tað var hann í harðari kapping við Andreas Petersen og Sylverius Jacobsen ávikavíst úr Gøtu og av Skála. Teir búgva altso í bygdunum, har Øregaard og Jørgen Thomsen búðu, tá teir umboðaðu Javnaðarflokkin í tinginum.
Vildu ikki hava havnarmann
Fólkaflokkurin misti nógv í Eysturoy fyrstu árini eftir kríggið, og fram í sjeyti árini var hann minstur av stóru flokkunum. Í 1988 og í 1994 var hann næststørstur, og í 1998 var hann á tryggum triðja plássi.
Poul Petersen, sum var ættaður úr Funningi, og sum starvaðist í umsitingini í Havn, umboðaði Fólkaflokkin í Eysturoy frá 1940 og inntil valið í 1970. Á valinum í 1943 og í 1945 varð Rasmus Rasmussen, Víka Rasmus í Fuglafirði, eisini valdur.
Í 1970 fall Poul Petersen fyri Jógvani Sundstein, sum tá kom á ting fyri fyrstu ferð. Jógvan Sundstein, sum var búsitandi í Havnini, flutti í 1978 til Suðurstreymoyar valdømi. Hann helt ikki, at tað hóskaði, at eitt valdømi var umboðað av persóni, sum ikki búði í valdøminum.
Síðani tá hevur fólkaflokkurin í Eysturoy verið umboðaður í løgtinginum av eysturoyingum, sum hava verið búsitandi í oynni. Og støðugt vaksandi atkvøðutølini kundu bent á, at hetta hevur líkað fólkafloksmonnum í valdøminum. Edmund í Garði varð valdur í 1978, men hann fall fyri Olafi Olsen á Glyvrum í 1980. Hann var fyrsti umdømisvaldi tingmaðurin yvirhøvur, sum var búsitandi á Glyvrum. Olaf sat inntil í 1994, tá hann fall fyri Kjartani Joensen í Leirvík, og Kjartan fall fyri Jógvani á Lakjuni í Fuglafirði í 1998.
Gongdin hjá fólkaflokkinum í Eysturoy frá 1978 og inntil nú er ein staðfesting av hørðu kappingini, sum altíð er millum bygdirnar í oynni.
Teir smáu eykavaldir
Í hesum valskeiðnum hevur ein eykavaldur tingmaður verið í Eysturoy. Tað er Sámal Petur í Grund fyri Sjálvstýrisflokkin. Merkisvert var tað fyri fýra árum síðani, at Sámal Petur varð valdur við 533 persónligum atkvøðum. Hetta er hægsta persónliga atkvøðutalið nakrantíð í Eysturoy.
Síðani 2. heimsbardaga hava umframt Sámal Petur í Grund tríggir aðrir verið eykavaldir í Eysturoy fyri Sjálvstýrisflokkin: Johan Kallsoy 1950?1954, Fredrik Olsen 1980?1984 og Lasse Klein 1988?1994.
Í 1994 stillaði Lasse Klein upp fyri Kristiliga Fólkaflokkin og varð eykavaldur, men hann fall í 1998. Í 1990 varð Tordur Niclasen eykavaldur fyri Kristiliga Fólkaflokkin, og í 1994 varð hann eykavaldur fyri Miðflokkin.
Adolf Hansen var tingmaður fyri Eysturoy 1978?1988. Inntil 1984 umboðaði hann Framburðs? og Fiskivinnuflokkin, og síðsta skeiðið umboðaði hann Kristiliga Fólkaflokkin. Persónliga atkvøðutalið hjá Adolfi Hansen í 1984 ? 117 atkvøður ? er tað lægsta, sum nakar higartil er valdur á ting fyri Eysturoyar valdømi við. Tað kunnu tey, sum nú royna at sleppa á ting, leggja sær í geyma.
Spenningurin
Veljarakanningarnar hava bent á stórt sannlíki fyri, at umdømisvaldu umboðini fara at koma úr somu flokkum, sum hava átt umboðini síðsta valskeiðið.
Nógv skal broytast, um sambandsumboðini og fólkafloksumboðið ikki verða tey somu, sum hava sitið hetta valskeiðið. Javnaðartingmaðurin varð seinast valdur við stuttum gloppi niður til tveir teir næstu á listanum. Spurningurin er, um Dan R. Petersen fer at staðfesta sína støðu sum javnaðarumboð, ella um Skála ella Gøta fara at megna at tiltuska sær javnaðartingmannin aftur, sum tey áður hava havt.
Signar á Brúnni er fyri fyrstu ferð síðani 1966 ikki á tjóðveldislistanum. Spurningurin er, hvat nógvu tjóðveldisveljararnir í Fuglafirði fara at atkvøða. Frammanundan má roknast við, at fólkatingsmaðurin á Glyvrum, Tórbjørn Jacobsen, er favorittur, men hann fær neyvan stóran stuðul úr Fuglafirði.
Sjálvstýrisflokkurin stríðist við tinggáttina. Um hann røkkur henni, bendir nógv á, at fyrsti maðurin fer at verða valdur í Eysturoy. Sámal Petur í Grund kappast við Kára P. Højgaard, sum hevur verið avloysari í tinginum, og so er spurningurin, hvussu tað verður, nú Lasse Klein aftur er á sjálvstýrislistanum.
Miðflokkurin fær bara mann í Eysturoy, um flokkurin í øllum landinum fær nóg mikið av atkvøðum til tveir tingmenn. Eingin ivi man vera um, at Tordur Niclasen fer at fáa flest atkvøður hjá Miðflokkinum í Eysturoy. Um tað verður nóg mikið til eykavaldan sess í løgtinginum fæst at vita týsdagin.
1966 (A, B, C og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin ? 587
Poul Petersen? 240
Sambandsflokkurin? 1.151
Johan Poulsen? 372
Javnaðarflokkurin? 822
Jacob Fr. Øregaard? 376
Sjálvstýrisflokkurin? 97
Tjóðveldisflokkurin? 771
Frederik Hansen? 217
Framburðsflokkurin? 54
3.482
1970 (A, B, C og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 653
Jógvan Sundstein? 201
Sambandsflokkurin? 1.130
Jógvan I. Olsen? 262
Jóhannes Martin Olsen (eyka)? 157
Javnaðarflokkurin? 695
Jacob Fr. Øregaard? 320
Sjálvstýrisflokkurin? 246
Tjóðveldisflokkurin? 789
Signar Hansen? 206
Frambuðrsflokkurin? 62
3.575
1974 (A, B, C og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 598
Jógvan Sundstein? 329
Sambandsflokkurin? 1.127
Jógvan Ingvard Olsen? 284
Jóhannes Martin Olsen (eyka)? 279
Javnaðarflokkurin? 721
Jacob Fr. Øregaard? 385
Sjálvstýrisflokkurin? 365
Tjóðveldisflokkurin? 1.070
Signar Hansen? 310
Framburðsflokkurin? 58
3.939
1978 (A, B (2), C og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 692
Edmund í Garði? 250
Sambandsflokkurin? 1.578
Jógvan Ingvard Olsen? 447
Jóhannes Martin Olsen? 273
Javnaðarflokkurin? 617
Jørgen Thomsen? 139
Sjálvstýrisflokkurin? 446
Tjóðveldisflokkurin? 994
Signar Hansen? 324
Framburðs? og Fiskivinnuflokkurin (eyka)? 361
Adolf Hansen? 198
4.688
1980 (A, B(2), C og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 823
Olaf Olsen? 256
Sambandsflokkurin? 1.455
Jógvan Ingvard Olsen? 384
Jóhannes Martin Olsen? 259
Javnaðarflokkurin? 690
Jørgen Thomsen? 236
Sjálvstýrisflokkurin (eyka)? 548
Frederik Olsen? 244
Tjóðveldisflokkurin? 878
Petur Reinert? 322
Framburðs? og Fiskivinnuflokkurin (eyka)? 418
Adolf Hansen? 219
4.812
1984 (A, B (2), C og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 911
Olaf Olsen? 294
Sambandsflokkurin? 1.508
Jógvan Ingvard Olsen? 362
Jóhannes Martin Olsen? 254
Javnaðarflokkurin? 697
Jørgen Thomsen? 252
Sjálvstýrisflokkurin? 661
Tjóðveldisflokkurin? 1.112
Signar Hansen? 390
Kristiligi Fólkaflokkurin (eyka)? 415
Adolf Hansen? 117
5.304
1988 (A, B(2), C og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 1.130
Olaf Olsen? 394
Sambandsflokkurin? 1.687
Jógvan Ingvard Olsen? 377
Edmund Joensen? 308
Javnaðarflokkurin? 925
Jørgen Thomsen? 293
Sjálvstýrisflokkurin (eyka)? 754
Lasse Klein? 402
Tjóðveldisflokkurin? 1.114
Signar Hansen? 421
Kristiligi Fólkaflokkurin? 305
Framsóknarflokkurin? 252
6.167
1990 (A, B(2), C, og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 1.115
Olaf Olsen? 253
Sambandsflokkurin? 1.678
Edmund Joensen? 501
Jógvan Ingvard Olsen? 399
Javnaðarflokkurin? 1.124
Jørgen Thomsen? 272
Sjálvstýrisflokkurin (eyka)? 705
Lasse Klein? 364
Tjóðveldisflokkurin? 966
Signar Hansen
Kristiligi Fólkaflokkurin (eyka)? 463
Tordur Niclasen? 282
Sosialistiski loysingarflokkurin? 70
6.121
1994 (A, B(2), E, og G umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 814
Kjartan Joensen? 263
Sambandsflokkurin? 1.543
Edmund Joensen? 327
Jógvan Ingvard Olsen? 267
Javnaðarflokkurin? 509
Sjálvstýrisflokkurin? 319
Tjóðveldisflokkurin? 624
Signar á Brúnni? 184
Kristiligi Fóilkaflokkurin (eyka)? 475
Lasse Klein? 310
Verkamannafylkingin? 611
Óli Jacobsen? 447
Miðflokkurin (eyka)? 475
Tordur Niclasen? 313
Føroyski flokkurin? 118
Frælsisfylkingin? 73
5.530
1998 (A, B(2), C, og E umdømisvaldar)
Fólkaflokkurin? 1.085
Jógvan á Lakjuni? 383
Sambandsflokkurin? 1.533
Alfred Olsen? 388
Edmund Joensen? 326
Javnaðarflokkurin? 914
Dan Reinert Petersen? 194
Sjálvstýrisflokkurin (eyka)? 708
Sámal Petur í Grund? 533
Tjóðveldisflokkurin? 1.177
Signar á Brúnni? 286
Miðflokkurin? 352
Verkamannafylkingin? 42
6.055