åJan Müller
Anfinn Kallsberg, løgmaður er bert lutvíst samdur við formanninum í Javnaðarflokkinum og øðrum, sum siga, at fiskidagaskipanin er órættvís og ónýtilig í verandi líki.
? Sjálvandi hava vit nakrar trupulleikar, tá vit hava nøkur fiskiloyvi, sum verða seld við ovurhonds vinningi. Men man skal skilja eitt sindur ímillum her. Eg haldi tað er heilt rímuligt, at ein ungur maður, sum fær eitt fiskiloyvi, stríðist alt sítt lív á sjónum og tá hann er komin upp í árini ætlar at selja bæði bát og fiskiloyvi, kann selja og fáa nakað burturúr. Tað er væl at meta sum hansara pensión. Hinvegin haldi eg, at vit mugu hyggja eftir, um tað er rætt, at ein persónur kann keypa eitt loyvi í dag og selja tað aftur í morgin við ovurstórum vinningi.
Løgmaður heldur sjálvur, at núverandi skipan er góð men vísir til, at einhvør góð skipan kann verða undirgrivin av nøkrum heilt serstøkum tilburðum, og tað eigur ein góð skipan ikki at verða koldømd uppá. Tá mugu vit heldur leggja uppí og rætta hana til.
Løgmaður heldur annars, at tað kenst í so ógvusligt, tá eitt nú Javnaðarflokkurin markerar seg í hesum máli. ? Tað virkar fyri sær, at nú skal ein bara finna nøkur ekstrem dømi. Tú førir ikki politik uppá ekstrem dømi, men sjálvandi skal tú syrgja fyri, at eru órímuligheitir í eini lóggávu, so má hon rættast sigur løgmaður, sum vísir á, at fiskiloyvi eru ein fortreyt fyri eini vinnu. Tí ber ikki til út frá onkrum einstøkum dømi at kolldøma skipanina. Fiskivinnupolitikkurin verður endurskoðaður í løtuni og rokni eg vit, at hatta eisini er uppi í.