Býttir foroyingar

Nýggja gandaorðið í Føroyum í dag er gransking og aftur gransking. Bara vit fáa eitt stórt universitet, so skulu vit nokk loysa allar verðsins trupulleikar, verður sagt. Sleppa vit at granska, so fáa vit allar teir klóku foroyingarnar heimaftur, sum, ið verðandi støðu, onga framtíð síggja fyri sær í Føroyum. Politikkarir standa í bíðirøð fyri at fortelja okkum, hvussu umráðandi tað er at fáa eitt altjóða universitet, so vit sleppa víðari og fáa, um ikki annað, so nokur av hesum "heimleysu" føroyingum heimaftur

Eg kann gott fylgja Sjúrði Skaale, tá hann sigur í SVF, at tess fleiri, ið ikki koma heimaftur eftir lokna útbúgving, tess býttari verða vit, ið eftir eru. Akkurát hvat ein skal leggja í tílíkar útsagnir, er so upp til tann einstaka at doma um.

Fyri mítt viðkomandi so er eingin ivi; Okkurt er spinnandi galið í hesum landinum. Vit hava tey seinastu árini havt eina orgrynnu av super góðum verkatlanum, ið eru gjøgnumførdar og klárar at seta í verk. T. d. eru granskingar framdar, ið hava kostað fleiri 100 milliónir kr, uttan at tað hevur kostað føroyska skattgjaldarinum eitt klovið fimmoyra.

 

Naraberg/Atlantic Navigator

Eitt dømið er Nærabergverkatlanin. Ein verkætlan, ið navnframi norðmaðurin Kjell Inge Rokke legði rygg til og sjálvur betalti hvørt klovið oyrað, hetta kostaði. Onkur fuglur hevur sungið, at hetta skuldi verða ein tøkk til foroyingar, sum vóru saman við honum, tað fyrstu tíðina hann var til sjós.

Tann gransking, ið bleiv løgd í hesa verkatan, er uttan iva størsta frambrot í føroyskari fiskivinnu, síðani John Dam sáli, legði lunnar undir rakjuveiðu í Gronlandi.

Sum øll vita, so bleiv Næraberg skiftur út við Atlantic Navigator, sum var nógv størri og betur egnaður til endamálið. Umborð vóru 100 arbeiðspláss, sum er eindømi í Føroyum. 100 ungir foroyingar, kvinnur og menn, sum eftir hvat eg havi skilt, stórtrivust umborð. Sambært upplýsing eg havi fingið frá Føroya Fiskimannafelag, so var manningarparturin seinasta hálva árið, Atlantic Navigator var í flotanum (3. jan til 11. juli) áljóðandi 237.000 kr., t.v.s. 1487 kr. um dagin.

Av góðum grundum veit eg ikki so nógv um smálutirnar í Nærabergverkætlanini. Men eitt, sum eigur at verða nevnt her, er at 20% av oljunýtsluni umboð á Atlantic Navigator, stavaði frá olju, ið varð vunnin úr svartkjaftinum. Saman við injector trol lemminum, og hesi 20% í sparing í brennievni, sigur tað seg sjálvt, at her eru risaupphaddir spardar. Hetta skuldi avgjørt skapt grundarlag fyri, at onkur útiseti kundi fingið eitt granskingarpláss onkunstaðni í Foroyum.

Men tey ungu fólkini, sum í spenningi hava bíðað eftir einum avloysara fyri Atlantic Navigator, mugu bara staðfesta, at tey hava mist sítt framúrskarandi arbeiðspláss. Tí var vónbrotið sera stórt fyri tey, tá tað frættist, at eitt ídnaðarskip við 12 monnum umborð, er komið í flotam fyri Atlantic Navigator. Eitt ídnaðarskip, sum samanborið við Atlantic Navigator, er sera primitivt, men sum hóast alt, nokk passar betur til føroyskan intelligens. Hesi ungu, ið vónaðu aftur at sleppa umborð á eitt framkomið framleiðuskip, mugu bara staðfesta, at vónin brast. Ein vón um eitt arbeiðspláss, ið vildi skapt fíggjarligt grundalag fyri nógv ung, sum høvdu eina ætlan um at seta føtur undir egið borð, ella eina uppsparing til eina útbúgving, seinni í lívinum.

Hesi ungu mugu nú, við hattinum í hondini, tað tungu leið til bankarnar at biðja um lán, so bankarnir einaferð enn kunnu reypa sar av at hava eitt enn størri avlop í komandi árum.

Hesi ungu mugu bara svølgja orðini hjá nýggja fiskimálaráðharranum, Tórbjørn Jacobsen, tá hann sigur í Vinnuvitan (sitat) Virking umborð setur arbeiðspláss í vanda.

Niðurstoðan kann tí ikki verða onnur enn hon, at tað er ein fúl skomm at verða býttur í Føroyum.