Býttu stigini í Fuglafirði

Sum skilst eru fuglfirðingar serstakliga fegnir um málið hjá Bartali Eliasen.

Skála var klárt betra liðið gjøgnum dystin, men tá tað sá svartast út tveitti ÍF Bartal Eliasen fram, og tað gav úrslit.

 

Málið hjá Skála gjørdi Pauli G. Hansen, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin. Hetta kom eftir innlegg úr høgru, sum miðvallarleikarin flott setti í netið.

 

Skála fekk sostatt eitt stig í dag, og tað er meiri enn liðið hevur fingið leingið. Hinvegin hjálpir tað lítið, tí tað skulu framvegis seks stig til fyri at sleppa framum KÍ, sum liggur á áttanda plássi. Harvið er teoretiski møguleikin fyri framhaldandi plássi í landsins bestu fótbóltsdeild framvegis til staðar, men tað sær ógvuliga svart út hjá teimum appilsinlittu.