Teir báðir ÍSB-svimjararnir, sum vóru við í Berlin Open, fingu góð úrslit. Berlin Open endaði í gjár, og eisini tann seinasta dagin fingu teir báðir føroysku svimjararnir góð úrslit. Osvald Hansen og Ragnvaldur Jensen vóru í gjár við í 50 metra frísvimjing, og har eydnaðist tað teimum at bøta sínar tíðir rættiliga nógv. Harafturat gjørdist Ragnvaldur nummar 4 í sínum fólki við tíðini 0.29,84. Ragnvaldur var eisini við í 200 metra bringusvimjing, har hann gjørdist nummar 9 av 17. Meiri enn 400 svimjarar vóru við í Berlin Open hesaferð, og teir føroysku koma aftur í dag.