Íslendski spariknívurin hevur skorið djúpt í rakstrinum hjá Faroe Ship, ið nú er farin at vinna pening Samlaða rakstrarúrslitið hjá samtøkuni fyri farna roknskaparárið eftir skatt var eitt avlop uppá 27,5 milliónir krónur móti einum halli uppá 16 milliónir krónur árið fyri. Talan er sostatt um eina framgongd í úrsliti uppá 44 milliónir krónur.
Hetta er annað roknskaparárið hjá nýggja samtakinum, sum í dag fevnir um Skipafelagið Føroyar, Eimskipafelag Islands, samtakið hjá Hera Thomsen og Farmaleiðir og hevur samtakið eitt samla starvsfólkatal upp á 284 fólk.
Eginpeningurin hjá samtøkuni táttar í 150 milliónir krónur og eginpeningsavkastið í 2006 var 19%.
Tað skrivar www.business-line.fo