Góðifossur varð ásigldur á Norðhavinum í fyrradagin. Ein 82 ára gamal maður var umborð á bátinum. Í fyrradagin varð ein bátur ásigldur á Norðhavinum.
Báturin fekk eitt vet av skaða, men sum skilst var ongin mannskaði.
Tá skaðin var hendur varð báturin fylgdur av verjuskipinum Brimli inn á Strendur, har báturin nú er tikin upp.
Eigarin av ásilgda bátinum váttar hendingina, men vil ikki gera viðmerkingar.