Rok var á áskoðaraplássunum, tá Roma og Manchester United spældu fyrru fjórðingsfinaluna í Champions League. UEFA hevur nú viðgjørt tilburðin, og bæði feløgini eru sektað við bót. Tí størru av hesum fekk Roma, sum skal rinda 350.000 kr. Manchester United er dømt at rinda 160.000 kr. Feløgini hava enn ikki gjørt av, hvørt tey taka við revsingini.