Báturin stóð í ljósum loga

MRCC fekk í kvøld umvegis politiið boð um, at eldur var í einum glastrevjabáti eystan fyri Nólsoynna við einum manni umborð.

MRCC bað beinavegin bjargingarbátin Lív, Tjaldrið, sum var í Djúpunum, línubátin Kamb, sum var vestan fyri Eystnes, og Trónd í Gøtu, sum var við Gøtunes, um at fara til hjálpar.

Somuleiðis bleiv tyrlan beinanvegin boðsend.

Løtu seinni varð upplýst, at báturi var staddur umleið fýra fjórðingar úr Eystnesi, at maðurin var í bjargingarbúna og var farin í gummibátin. Lív kom til gummibátin og tók mannin umborð.

Glastrevjabáturin stóð í ljósum loga, tá Lív kom á staðið, og Tjaldrið fer nú at hyggja nærri at bátinum og kanna um nakað kann gerast.

Maðurin, sum var úr Eysturoynni var á veg til útróðar við Vikundbáti síni við línu umborð. Maðurin fekk ongan skaða.