B1908 vann á útivølli

Liðið hjá Øsssuri Dalbúð og Oddi Højgaard er ósigrað í seks dystum nú

Tað gongur væl hjá liðnum hjá Øssuri Dalbúð og Oddi Højgaard, B1908 av Amager, sum spælir í donsku 2. deild Eystur.

 

B1908 vitjaði BSV á útivølli í dag, og talan gjørdist um ein góðan fong. B1908 tryggjaði sær øll trý stigini við einum 1-0 sigri. Kristian Larsen skeyt sigursmálið í 47. minutti.

 

Føroysku leikararnir, Øssur Dalbúð og Oddur Højgaard vóru báðir á vøllinum allar 90 minuttirnar. Øssur Dalbúð sum fremsti maður, og Oddur Højgaard í miðverjuni.

 

B1908 er nú ósigrað í seks dystum. B1908 liggur nummar sjey av teimum 16 liðunum í 2. deild Eystur við 27 stigum.