Philip Lund, sum spældi við B36 fram til summarferiuna, hevur nú funnið sær nýtt felag. Hann skal nú royna seg sum innandura fótbóltsspælari í USA, skriva bæði amerikanskar og danskar heimasíður.
Hann hevur áður spælt í USA, fyri millum annað Seattle Sounders, og tað eru sambond frá hesi tíðini, sum gera, at hann nú fer aftur til USA at royna seg.
Talan er um eina innandura fótbóltskapping, har spælt verður á graslíkisvøllinum, sjey mans á hvørjum liði. Tað er ikki heilt sum vanligur fótbóltur, so Philip Lund má nokk venja seg við hetta fyrstu tíðina.
- Hann má líka læra seg at spæla innandura fótbólt, men hann hevur sera góðan teknikk, ein góðan vinstra fót og ein góðan motor, so hann man fara at koma á lagið skjótt, sigur nýggi venjarin um Philip Lund við Sounder at Heart, eina bloggu um gamla felagið hjá Philip Lund, Seattle Sounders.
- Eg kenni venjaran, og hann spurdi, um eg kundi hugsað mær at koma til USA aftur. Sjálvt um tað verður ein broyting frá uttandura til innandura fótbólt, so haldi eg, at hetta er vert eina roynd, sigur Philip Lund við donsku heimasíðuna bold.dk.
Philip Lund skrivaðu undir við B36 í januar, men skaðar hava plágað hann alt árið og tí valdu partarnir at gevast við samstarvinum í summar. Hann hevur spælt 11 dystir og skorað tvey mál, sambært faroesoccer.fo.
Philip Lund spældi eisini fyri B36, tá felagið vann FM í 2015. Tá spældi hann sjey dystir og skoraði fýra mál. Síðani gekk leiðin fyrst til Malaysia og so Noregs, áðrenn hann í januar endaði aftur í Føroyum.