B36 bilurin við FM 2015

Bogi Simonsen er ikki í iva um, at B36 vinnur FM. “HB nyttar ikki ein lort”, sigur B36 fjepparin

Ídni fjepparin hjá B36, Bogi Simonsen, hevur aftur í ár arga hinar avbjóðararnar í FM stríðnum. Hóast B36 hevur fimm dystir eftir at spæla, so er hann ikki í iva um, at B36 vinnur FM í ár. So sikkur, at hann hevur longu pyntað sær bilin við “Føroyameistarar 2015”.

 

Les eisini: Bogi og bilurin í 2014

 

B36 liggur væl fyri í FM stríðnum undan grannauppgerðini móti HB í kvøld. B36 er fimm og seks stig frammanfyri ávikavist NSÍ og Víkingi, umframt at árstalsfelagið hevur spælt ein dyst færri. Bogi ræðist tó ikki mótstøðuna í kvøld.

 

- HB nyttar ikki ein lort. Teir stríðast um hatta fjórða ella fimta plássið, sigur Bogi Simonsen skemtandi í samrøðu við Rás2.

 

Bogi gjørdi tað sama í fjør, men í ár er hann enn meiri vísur í, at B36 vinnur FM. Hoyr samrøðuna við Boga Simonsen við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá báðum dystunum, ið byrja klokkan 18.

 

Rás2 hevur skift net. Alt virksemið hjá Rás2 hevur skift yvir á netið hjá KissFM. Sostatt verður beinleiðis frásøgnin at hoyra á 98,7 í suðurstreymoy og partar av eysturoynni, og á 88,7 í Norðoyggjum. Rás2 kann eisini hoyrast á netinum umvegis heimasíðuna midlar.fo.