B36 bjóðar fjepparum til Belfast

- Vit gjørdu tað fyri tveimum árum síðani og tað hepnaðist so væl, at vit hava valt at gera tað aftur, sigur Jákup Mørk.

- Vit gjørdu tað fyri tveimum árum síðani og tað hepnaðist so væl, at vit hava valt at gera tað aftur, sigur Jákup Mørk.

 

Tað er eitt sindur undarligt, sum tað fellir, tá drigið verður til europeisku kappingarnar. Summi lið dregur tú ongantíð, meðan tú dregur onnur lið upp í saman fleiri ferðir.

 

Nú er tað so aðru ferð í trý ár, at B36 skal møta Linfield úr norðurírska býnum Belfast.

 

- Hesaferð verður tó ikki spælt á Windsor Park, tí tjóðarvøllurin er undir stórari umvæling, men tað verður uttan iva ein góð kolissa og góður stemningur kortini, sigur Jákup Mørk.

 

Hann sigur, at seinast høvdu áskoðararnir ein sera góðan túr.

 

- Eisini leikararnir vóru glaðir fyri at so nógvir áskoðarar vóru við, tí teir góvu spælarunum ein ótrúligan uppbakning, og tað merkist, sigur Jákup Mørk.

 

Fyrri dysturin verður leiktur hóskvøldið 3. juli í Gundadali, men orsaka av umvælingini á Windsor Park verður seinni dysturin leiktur týskvøldið 8. juli klokkan 19.45.

 

- 42 fólk hava teknað seg til túrin higartil, og pláss er sjávandi fyri væl fleiri, so um onkur hevur hug, so ber enn til at tekna seg. Nærri sæst inni á heimasíðuni hjá B36, sigur Jákup Mørk.

 

Farið verður til Belfast leygarkvøldið 5. juli og flogið verður heim aftur eftir dystin týskvøldið.