B36 botnurin sæst

Lagið var einki serligt í B36 leguni eftir stevnutapið í Runavík, og tað var ikki so undarligt. Eftir at tað í fyrsta triðinginum av kappingini hevur gingið heilt væl hjá nýggja liðnum, sum av góðum grundum ikki hevur havt møguleika at samanspæla seg heilt, so hevur tað síðani sjøtil varð settur á annan triðingin av hesum kappingarárinum hilnast illa:

B36 hevur eftir 3-0 heimasigurin á Víkingi bara fingið tvey stig burturúr trimum dystum – 0-0 á Skála, 1-1 á heimavølli ímóti ÌF og nú tap í Runavík. Higartil hevur B36 spælt fýra ferðir aðra staðni enn í Gundadali, og úrtøkan hevur verið fýra stig: 1-0 sigur í síðstu løtu á Toftum og 0-0 á Skála.

- Hetta mundi vera botnurin var staðfestingin, áðrenn B36 um eina viku skal til Klaksvíkar.