Í langa tíð hevur støðutalvan fyri 2. deild víst, at NSÍ hevur verið niðast, og aftaná at teir høvdu tapt heimadystin móti EB/Streymi vóru tey mong, ið roknaðu teir sum upplagdar niðurflytarar.
Støðutalvan í dag vísir, at NSÍ sjálvt kann gera av, um teir eisini komandi ár skulu spæla í 2. deild, meðan B36 er dottið niður á niðurflytingarplássið.
Tað var leingi, áðrenn tað var nakar serligur munur á liðunum í Runavík leygardagin, og fyrstu løtuna í bæði fyrra og seinna umfarinum hevði B36 gott tak á, men teir megnaðu ikki at spæla seg til upplagdar møguleikar, og tað var bert hendingaferð, at teir báðir álopsmenninir, Gunnar Nielsen og Tórálvur Poulsen, fingu neyvar bóltar í brotsteigin. So varð roynt við onkrum hissini langskoti, men tað hevði NSÍ ikki stórvegis trupulleikar av.
Hjá NSÍ hevur stóri trupulleikin verið, at ungu menninir ikki hava megnað nóg væl at halda uppá bóltin, og tað hevur aftur havt við sær, at tyngdin í álopsspælinum ikki hevur verið nóg stór. Fyri at bøta um hetta hevði Trygvi Mortensen valt at seta Abraham Hansen upp í álopið við síðuna av Jack Jacobsen, og tað vísti seg at rigga væl.
NSÍ kom á odda, tá 21 minuttir vóru farnir. Miðvallarin í høgru, Bergur Winther, fór ígjøgnum og legði innfyri, og har toygdi unglingaspælarin Jan Nónklett seg fram og stútaði inn um Dánjal Bærentsen í B36 málinum, sum hevði hondina á.
Fyrsta korterið í seinna umfarinum vóru havnarmenninir vandamiklir í vinstra borði, og tá 56 minuttir vóru farnir, javnaðu teir. Bólturin varð stungin av miðjuni og fram ímillum í vinstru, og Gunnar Nielsen potaði framvið málverjanum.
So var spennandi og javnt eina løtu, men eftir at NSÍ var komið framum aftur vóru tað teir, sum høvdu flestu málmøguleikarnar.
NSÍ skifti tríggjar menn inn, og nýggju menninir vóru allir við í teimum báðum málunum, sum komu afturat.
Í sambandi við útskiftingarnar varð Abraham Hansen settur aftur á miðvøllin, og tað tóktist vera eitt gott hugskot.
64 minuttir vóru farnir, tá Páll Didriksen, sum tey seinnu árini hevur verið á besta liðnum hjá B68, men sum vegna skaða so at siga ikki hevur spælt í ár, skoraði. Hann var akkurát komin inn, tá miðvøllurin hjá heimaliðnum vann útspark frá B36 málverjanum, Páll Didriksen fór millum miðverjarnar og lyfti uppum málverjan.
So noyddist B36 at flyta fólkið longri fram, men teir spældu seg ikki til nógvar møguleikar. Í staðin fekk NSÍ fleiri kontramøguleikar, og Sonni L. Petersen, sum var innkomin, lyfti uppum málverjan til 3-1. Næstsíðsta fótin á hevði Brynjolvur Nielsen, U-16 landsliðsmaðurin, sum akkurát var innkomin.