B36-EB/Streymur verður spældur á Eiði

VFF-Kup: Dysturin, sum skuldi verða á Tórsvølli í kvøld, er fluttur

Í kvøld skuldi ein dystur í 2. umfari í venjarakappingini hjá Venjarafelagnum verða á Tórsvølli millum B36 og EB/Steym. Vegna kava er dysturin fluttur og verður spældur á Eiði.

Tað eru tvey lið, sum á hvør sín hatta hava gjørt broytingar frá farna kappingarári. Hjá B36 er nærmast ein kollvelting farin fram, eftir Dan Brimsvík er komin til sum nýggjur venjari. Tí er tað ein ávísur spenningur at síggja nýggja liðið hjá B36, undir leiðslu av einum nýggjum venjara.

Hjá EB/Streymi er nógv enn tað sama, men okkurt broytt. Bulurin er tann sami, og venjarin er tann sami, men tað er lagt afturat í bæði venjaratoyminum og í hópinum. Felagið hevur fingið kropsligan venjara til hetta kappingarárið, meðan spælarar sum Ronni Møller-Iversen, Heðin Klakstein og Elias Moustage eru nýggir í hópinum.

Dysturin verður í kvøld klokkan 18.30 á Eiði.