info
Ongi úrslit

B36 eigur heilt serligt steypaminni

Bara tríggir spælarar eru eftir av teimum hjá Víkingi, sum vunnu steypafinaluna fyri seks árum síðani

Jóannes Hansen
29. november 2021 kl. 14:51

Klokkan 18 fer Alex Troleis at bríksla fyrstu ferð á Tórsvølli, har B36 í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið fær vitjan av Víkingi. Talan er um seinnu hálvfinaluna. Víkingur vann fyrru hálvfinaluna 1-0, og tað stendur serliga nógv uppá spæl hjá B36, tí um tað ikki eydnast árstalsfelagnum at vinna seg í finaluna, so verður tað greitt, at B36 heldur ikki næsta summar fer at spæla í europeisku kappingini.

Tað eru trý ár síðani, at B36 seinast vann seg í finaluna, og finalan í 2018 fer altíð at standa í B36 søguni sum ein av mest dramatisku dystunum nakrantíð hjá flaggskipinum. Tá endaði tað 2-2 ímóti HB eftir longda leiktíð og brotssparkskapping. Tað heilt serliga var, at B36 megnaði í evstu løtu í vanligu leiktíðini at javna til 2-2, hóast tað tá vóru níggju úr B36 ímóti ellivu í HB, og at tað síðani eydnaðist at varðveita støðuna í longdu leiktíðini, áðrenn B36 vann brotssparkskappingina 5-4.

Fýra av teimum, sum nú fyrireika seg at spæla hálvfinalu ímóti Víkingi, vóru á liðnum minnisríka leygardagin 25. august í 2018. Teir eru Andrias H. Eriksen, Alex Mellemgaard, Bjarni Petersen og Benjamin Heinesen. Ragnar Samuelsen og Hannes Agnarsson vóru á beinkinum alla tíðina.

Síðani felagið varð stovnað í 2008, hevur Víkingur átt stóran lut í kappingini um løgmanssteypið. Víkingur vann steypafinalurnar í 2009, 2012, 2013, 2014 og 2015. Síðani hevur Víkingur verið í trimum steypafinalum, sum tað ikki er eydnast at vinna. Tvey tey seinastu árini hevur mótstøðuliðið verður HB, og í 2016 var tað KÍ, sum vann eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.

Tríggir spælarar í Víkingi, sum vóru við at vinna steypafinaluna 3-0 ímóti NSÍ, eru framvegis á liðnum hjá Víkingi. Teir eru brøðurnir og landsliðsspælararnir Gunnar Vatnhamar og Sølvi Vatnhamar og so liðformaðurin Atli Gregersen.

Tíggju av teimum, sum vóru á vøllinum fyri einum ári síðani, tá ið Víkingur tapti steypafinaluna 2-0 ímóti HB, vera eisini við í kvøld, tá ið Víkingur fer at stríðast fyri at vinna seg í enn eina finalu um løgmanssteypið.

Seinna hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið

B36 - Víkingur: Alex Troleis kl. 18.00

Víkingur vann fyrru hálvfinaluna 1-0

Mest lisið hesa vikuna

Simme Musikkhús heldur fram

Í gjár kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

4 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

KÍ skal hava nýggjan venjara

9. oktober kl. 12:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

2 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Andrias fekk reyða kortið

3 tímar síðan
Hondbóltur

Nykøbing Falster tapti í heimadysti í Champions League

3 tímar síðan
Tíðindi

Teir veturgomlu vigaðu millum 110 og 114 pund

3 tímar síðan
Hondbóltur

Skanderborg-Aarhus tapti annan dystin á rað

4 tímar síðan
Tíðindi

Grøn orka loysir seg

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF javnaði til 1-1 í yvirtíðini

4 tímar síðan
Tíðindi

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

4 tímar síðan
Tíðindi

Jóanis hevur funnið dreyma­garð­in í Skúvoy

5 tímar síðan
Tíðindi

Tarira kemur heim við trimum virðislønum

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump lýs­ir orku­vápna­hvíld – Russ­land held­ur fram við álopum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Nú sær tað heilt svart út á Svangaskarði

6 tímar síðan