B36 ella Víkingur fellur seinnapartin

Fjórðingsfinalur í steypakappingini vera í seks tímar í dag - frá klokkan 13 og fram til klokkan 19

Ein av stóru og spennandi døgunum í kappingini um løgmanssteypið er ídag. Fjórðingsfinalurnar eru á skránni, og har er einki sum eitur. Vinnararnir halda fram í hálvfinaluni, og tapararnir kunnu bara vóna, at tað fer at vignast betri í kappingini næsta ár.

 

Tað verður steypafótbóltur í seks tímar í dag. Fyrsta bríkslið verður við Løkin í Runavík klokkan 13, og síðsta bríkslið verður í Gundadali, tá ið klokkan verður nakrar minuttir í sjey í kvøld.

 

B36 fær vitjan av Víkingi, sum hevur verið í finaluni fimm tey undanfarnu árini. Í fyrsta umfari í landskappingini hittust hesi bæði liðini í Gøtu. Tá var úrslitið 1-1. B36 hevur ikki vunnið steypakappingina síðani 2006, tá ið finalan ímóti KÍ endaði við 2-1 sigri til B36.

 

Í fjør vann KÍ steypafinaluna ímóti Víkingi. Í dag fara klaksvíkingar til Fuglafirðar at spæla fjórðingsfinalu ímóti ÍF, sum var í steypafinaluni í 2010 og 2011, tá ið tað endaði við ávikavíst 1-0 og 3-0 tapi ímóti EB/Streymi.

 

EB/Streymur, sum vann steypafinaluna í bæði 2010 og 2011, skal seint seinnapartin spæla í Gundadali ímóti HB. Høvuðsstaðarfelagið hevur vunnið nógv flest steypafinalur av øllum. Síðstu árini hevur tað tó verið meiri soltið, tí HB hevur ikki vunnið steypakappingina síðani 2004.

 

ÍF-KÍ: Eiler Rasmussen kl. 14.30

NSÍ-TB/FCS/Royn: Kári J. á Høvdnum kl. 13.00

B36-Víkingur: Lars Müller kl. 13.45

HB-EB/Streymur: Petur Reinert kl. 17.00