B36 eltir gøtumenn

Oddaliðið úr Gøtu helt frí, meðan B36 staðfesti støðuna sum fremsti mótbiðilin til gullið

 

1. deild


Størsti spenningurin hetta vikuskiftið mundi vera í Havn, har grannauppgerð var millum HB og B36.

Tað eydnaðist B36 at vinna dystin við tveimum málum móti einum. Málið hjá HB kom í seinastu minuttunum av dystinum.

Annars vunnu allir favorittarnir sínar dystir, men talan var í øllum trimum førunum um teprar sigrar, og í Klaksvík og Vági máttu áskoðararnir bíða leingi eftir forloysandi málunum.


Úrslitini hetta vikuskiftið:

HB-B36 1-2 (0-1)

VB-EB/S 1-0 (0-0)

KÍ-FSV 2-0 (0-0)

B71-NSÍ 0-2 (0-1)


GÍ og B68 spæla útsetta dystin mikukvøldið, 27. juni