Tað var eitt fitt lot eftir vøllinum allan dystin. B36 undan í fyrra hálvleiki og EB/Streymur í seinna.
Sundalagsmenn og Eiðismenn spældu rættiliga beint eftir vøllinum, meðan árstalsfelagið í Havn royndi við smáspæli.
Hetta seinna vísti seg at rigga betri í kvøld, tí longu í hálvleikinum var støðan 1-0 til B36.
Sjúrður Thomassen nikkaði nevniliga bóltin í netið eftir innlegg frá Una H. Johannesen um miðjan fyrra hálvleik.
Í seinna hálvleiki hevði EB/Streymur lotið undan og kom til nakrar møguleikar, men onki spurdist burturúr.
Tá einir tíggju minuttir vóru satsaði EB/Streymur, og hetta gav als ikki úrslit, tí bæði Høgni Eysturoy og Benjamin Petersen megnaðu at fáa bóltin í málið handan blaðunga Jákup Andreas Hansen hesar seinastu minuttirnar.
Og soleiðis kann B36 erpa sær av at hava endurvunnið Thomas Dam Intersport steypið.
Full dystarfrásøgn og viðmerkingar frá leikarum í Sosialinum í morgin.