- B36 er betri fyri meg

- Eg valdi at skifta til B36, tí her havi eg betri møguleikar at menna meg sum fótbóltsleikara. Eg haldi ikki NSÍ er nakað verri lið enn B36, slær brasiliumaðurin fast.

 

Hann metir ikki, at tað er serliga tungt at siga farvæl við felagið, sum hann fyrstu ferð umboðaði við byrjan av hesum kappingarárinum.

- Sjálvandi havi eg nógvar vinir í Runavík, sum eg mátti siga farvæl við. Men soleiðis er fótbóltur, broyting fer fram allatíð, og tað má man bara taka við. Eg eri komin til Føroya fyri at spæla fótbólt, sigur Anderson.

 

Les alla samrøðuna við Anderson Castilho í blaðnum í dag.