Útsetti dysturin í 2. umfari í kappingini um Løgmanssteypið millum B36 og Skála varð leiktur í Gundadali í dag. Favoritturin mátti sigast at vera B36, og tað vóru eisini teir, ið settu dagsskránna. Teir høvdu bóltin nógv meiri enn Skála, og Skála hevði trupult við at spæla seg til málmøguleikar. B36 hevði hinvegin nógvar málmøguleikar, men teir fingu bara tað eina málið.
Hetta málið skeyt Bergur Midjord, tá ið 23 minuttir vóru spældir.
Í fjórðingsfinaluni skal B36 til Sørvágs at møta 07 Vestur, men tað er framvegis ikki greitt, nær dysturin verður spældur.