B36 er meistari

Við 2-1 sigri í Runavík í dag hevur B36 í næstsíðsta umfari tryggjað sær FM 2011. Hetta er 9. ferðin, at árstalsfelagið í høvuðsstaðnum hevur vunnið meistaraheitið, og eingin ivast í, at talan er um rudduligt og væl uppiborið meistaraheiti.

NSÍ gav seg fult og heilt, og tað var ikki fyrr enn tað restaðu tíggju minuttir, at tað eydnaðist B36 at skora sigursmálið. Tað var toppskjúttin og ein tann mest eyðsýndi spælarin í ár, Lukasz Cieslewicz, sum eftir gott einmansavrik setti bóltin í málið.

Ein hálvur tími var farin, tá ið vinstri vongverji hjá B36, Símun Joensen, við høvdinum stýrdi bóltin í NSÍ málið, eftir at Súni Olsen hevði sent fríspark innfyri úr høgru og til handara stólpan.

Eftir steðgin var NSÍ sera væl upplagt, og eftir horna frá Jann Martin Mortensen eydnaðist tað toppskjúttanum hjá NSÍ, Klæminti A. Olsen, at javna.

Men so var tað, at Lukasz Cieslewicz gjørdi um seg, og nú stórfegnast B36 spælarar og viðhaldsfólk við Løkin, har rakettir og kanónsløg eru at síggja og hoyra. B36 hevur vunnið FM fyri fyrstu ferð síðani 2005, og gullkrónur og FM steyð verða handað leygardagin, tá ið B36 á heimavølli skal spæla ímóti grannunum í HB. B36 setti met í stigum í dag. Undan degnum í dag átti NSÍ metið við teimum 61 stigunum, sum teir i Runavík vunnu FM í 2007 við. Leygardagin hevur B36 møguleika í lokaluppgerðini í Gundadali at røkka 67 stigum.

Í dag er greitt, at HB eisini í 2012 verður partur av bestu deildini. HB tapti greitt fyri KÍ, sum er á veg úr Gundadali við 3-1 sigri og tryggum fimta plássi.

Hóast HB tapti, so verður eldra havnarliðið í fremstu røð, tí 07 Vestur tapti 1-0 á heimavølli ímóti B68. Harvið er greitt, at tað verður 07 Vestur, sum saman við B71 skal tungu leiðina niður í næstbestu deildina.

EB/Streymur gjørdi sítt á heimavølli, har tað eydnaðist at vinna 1-0 á B71. Harvið hevur EB/Streymur tryggjað sær silvurkrónurnar.

Í Sarpugerði vann Víkingur sera tryggan 4-0 sigur á grannunum í ÍF, sum vóru sera tamir. Stóri maðurin hjá Víkingi var Finnur Justinussen, sum skoraði trý tey fyrstu málini og harvið legði seg rættuliga trygt á toppskoraratindin.

B68 er á veg úr Sørvági við nýggjum atgongumerkjum til bestu deildina. Tað syrgdu toftamenn fyri við 1-0 sigri. Oddur Højgaard skoraði einsamalla málið beinanvegin.

 

26. umfar

Víkingur-ÍF 4-0 (1-0)

1-0: Finnur Justinussen

2-0: Finnur Justinussen

3-0: Finnur Justinussen

4-0: Kaj Leo í Bartalsstovu

 

EB/Streymur-B71 1-0 (0-0)

1-0: Alex José dos Santos

 

HB-KÍ 1-3 (1-1)

0-1: Kristoffur Jakobsen

1-1: Kristin R. Mouritsen

1-2: Kristoffur Jakbosen

1-3: Hjalgrím Elttør

 

07 Vestur-B68 0-1 (0-1)

0-1: Oddur Højgaard

 

NSÍ-B36 1-2 (0-1)

0-1: Símun Joensen

1-1: Klæmint A. Olsen

1-2: Lukasz Cieslewicz

 

B36 (FM) 64

EB/Streymur 60

Víkingur 56

NSÍ 38

KÍ 34

B68 29

ÍF 28

HB 26

07 Vestur 21

B71 11

 

 

---

 

Liðugt

1-2

 

90 min.

1-2

Patur Pauli Mikkelsen er komin inn á NSÍ liðið í staðin fyri Christian Høgna Jacobsen.

Fýra minuttir eru lagdir aftrat, og tað er einki, sum bendir á, at B36 ikki skal verða meistari í dag!

 

85 min.

1-2

Niðurteljingin er av álvara byrjað. B36 er á veg ímóti FM heitinum, og tað er orduliga kæti í B36 leguni.

Ingi Højsted er komin inn á B36 miðvøllin í staðin fyri Róald Jakobsen.

Mahmud Suleiman er komin inn í B36 álopið í staðin fyri Jákup á Borg.

 

80 min.

1-2: Lukasz Cieslewich

So er B36 aftur á FM kós. Meistari fyri málinum, sum kann bera við sær, at B36 í dag vinnur FM, var Lukasz Cieslewicz, sum hegnisliga sneiddi seg leysan, áðrenn hann sendi bóltin framvið Andras Gango og í málið.

 

75 min.

1-1

Tað er intenst og spennandi í Runavík, har tað nú er slitið í. Serliga eftir steðgin hevur NSÍ víst, at tað framvegis eru kontir í teimum í Runavík.

 

70 min.

1-1

NSÍ hevur gott tak á, men nú hevur B36 verið tætt við eftir snarálop. Jákup á Borg royndi úr góðari støðu, men bólturin varð bjargaður út um stólpan og til horna.

 

 

65 min.

1-1

NSÍ drívur á, og í løtuni ber tað meiri á tað borðið, at heimaliðið skal skora heldur enn at B36 skal skora. B36 er framvegis á FM kós, tá ið EB/Streymur ikki hevur skorað í Streymnesi.

 

62 min.

1-1: Klæmint A. Olsen

Eftir hornasparksinnlegg frá Jann Martini Mortensen og út frá aftur til Jann Martin, sum lyfti innfyri, setti Klæmint A. Olsen bóltin í málið.

 

60 min.

0-1

Framrættaði Mamuka er settur inn á miðvallarplássi í høgru í staðin fyri Árna Frederiksberg hjá NSÍ.

Vindurin er vaksin, og nú loysti hann avfallið av!

 

55 min.

0-1

NSÍ hevur verið grammari síðstu løtuna, og eftir onkra deyðbóltsstøðu hevur verið ein farri av spenningi í brotsteiginum frammanfyri Meinhard Joensen, men meistarakandidatarnir hava framvegis tak á tí, og áskoðararnir hugna sær og syngja um B36!

 

50 min.

0-1

B36 hevur verið oman á fyrsta løtuna eftir steðgin. Liðformaðurin, Klæmint Matras, hevur havt góðan møguleika at økja um leiðsluna eftir hugflogsríkt álop, sum endaði við, at Lukasz Cieslewicz, ið spældi liðformannin. Skotinum bilti einki, men Andras Gango skoraði.

 

 

46. min

0-1

Hjá NSÍ er Ari Ó. Ellingsgaard komin inn í vinstra borði á miðvøllinum í staðin fyri Heðin á Lakjuni.

B36 viðhaldsfólkini tykjast tevja gull, og B36, B36 rópini gella í kuldanum og vindinum við Løkin, har tað framvegis er turt, men nú er sólin horvin.

 

Hálvleikur

 

45 min.

0-1

40 min.

0-1

Møguleikar hava seinastu løtuna verið í báðum endum. Heðin á Lakjuni var í sera góðari støðu, tá ið hann royndi seg, men Meinhard Joensen bjargaði meistarliga.

Løtu seinni hevði Súni Olsen góða frísparksroynd, men bólturin fór dygst omanfyri málið.

 

35 min.

0-1: Símun Joensen

B36 er rættuliga á FM kós í Runavík. Sólin skýnur framvegis bjørt, og nú skýnur hon orduliga á gestirnar í B36. Eftir frísparksinnlegg úr høgru frá Súna Olsen og til handara stólpa var tað vongverjin í vinstru, Símun Joensen, sum við høvdinum sendi bóltin í handara síðunetið.

 

30 min.

0-0

B36 hevur bóltin meiri, og gestirnir royna at spæla tolið ímillum sín. Tað hevur ikki eydnast oddaliðnum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, ikki minst tí heimaliðið er sera væl skipað í verjupartinum.

 

 

20 min.

0-0

Tað er framvegis málleyst við Løkin. Sólin skýnur oman og niðan í løtuni, men vindurin er rættuliga frískur, og tað er ikki frítt, at hetta darvar fótbóltsspælinum. NSÍ hevur vindin undan.

 

10 min.

0-0

Higartil hevur tað gingið javnt á við Løkin, har tað eru nógvir áskoðarar - ikki minst viðhaldsfólk hjá B36.

 

NSÍ-B36 kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Andras Gango - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Fritleif í Lambanum, Einar T. Hansen - Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Jústinus R. Hansen, Heðin á Lakjuni - Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen

B36: Meinhard Joensen - Atli Danielsen, Jonas Flindt Rasmussen, Odmar Færø, Símun Joensen - Heini í Skorini, Súni Olsen, Klæmint Matras, Ingi Højsted - Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

 

----

 

Liðugt

1-3

 

90 min.

1-3

KÍ hevur síðstu løtuna havt nógvar málmøguleikar, men tað hevur ikki eydnast at økja um leiðsluna.

HB tykist hava givið skarvin yvir og sætta seg við, at 07 Vestur tapið á heimavølli ber við sær, at HB eisini næsta ár verður partur av bestu deildini.

 

70 min.

1-3

HB hevur skift tveir spælarar út: Tróndur Jensen og Símun Samuelsen eru farnir út, og Jógvan Nolsøe og Bogi Reinert Petersen eru komnir inn.

 

65 min.

1-3

Eftir lítlari løtu hevur KÍ lagt seg framum við tveimum málum í Gundadali. Kristoffur Jakobsen skoraði eftir uppspæl í høgru og innlegg. Tveir bláir lótu bóltin fara ímillum beinini, og Kristoffur Jakobsen tamdi, áðrenn hann setti bóltin í málið.

Tá var ein tími farin, og tveir minuttir seinni økti Hjalgrím Elttør um leiðsluna eftir gott snarálop.

 

55 min.

1-1

Talan er framvegis um tómgongd í Gundadali, og eftir steðgin hevur ikki verið talan um upplagdar málmøguleikar.

 

Hálvleikur

45 min.

1-1

Tað er synd at siga, at talan er um leikliga gott undirhald í Gundadali, men tað er spennandi, tí støðan er framvegis javnleikur 1-1. Litið er sera frískt, og tað darvar. Tað er KÍ, sum hevur havt vindin undan í 1. hálvleiki.

 

25 min.

1-1

Klaksvíkingar tykjast eisini hava mist pippið, og tað er lítið sannførandi spæl í Gundadali, har HB og KÍ mangan hava spælt góðar dystir ímóti hvørjum øðrum.

 

20 min.

1-1

HB hevur svarað aftur. Í 19. minutti var tað Kristin R. Mouritsen, sum setti bóltin í KÍ málið. Støðan stóðst eftir misskiljing millum KÍ málverjan og ein av verjuspælarunum, og eftir eitt sindur av aftur og fram var Kristin fyrstur á bóltinum og setti hann í málið.

Heimildarmaður okkara í Gundadali sigur, at HB ikki hevur verið serliga sannførandi, men heimaliðið hevur so skorað málið, sum ber 1-1 við sær, og tað er sjálvandi ógvuliga týdningarmikið.

 

10 min.

0-1

Kristoffur Jakobsen hevur lagt klaksvíkingar framum. Hann royndi seg við skoti úti frá, bólturin tók í Philip Djordjevic hjá KÍ, og bólturin fór í málið aftanfyri Teit Gestson í HB málinum.

 

HB-KÍ kl. 15.00

Dómari: Lars Múller

HB: Teitur Gestson - Jógvan Rói Davidsen, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen, Hendrik Rubeksen - Hanus Thorleifsson, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Tróndur Jensen, Kristin R. Mouritsen - Símun Samuelsen

KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Høgni Madsen, Jógvan Isaksen, Monrad Holm Jacobsen - Álvur F. Christiansen, Philip Djordjevic, Nenad Stankovic, Hjalgrím Elttør, Henry Heinesen - Kristoffur Jakobsen

 

 

----

 

Liðugt

4-0

 

 

80 min.

4-0: Kaj Leo í Bartalsstovu

Tað gongur ímóti stórum heimasigri í Sarpugerði. Eftir skjótt mótálop spældi Finnur Justinussen, sum var í góðari støðu, Kaj Leo í Bartalsstovu púra blankan, og so varð 4-0.

 

65 min.

3-0: Finnur Justinussen

Toppskjúttin hevur enn eina ferð gjørt um seg. Við frágera góðum fluktara av brotsteigarmarkinum og upp í handara síðunetið hevur hann skorað fyri triðju ferð - reint hattrikk!

 

55 min

2-0: Finnur Justinussen

 

Eftir fína sending frá miðvallaranum í høgru Sølva Vatnhamar, staðfesti Finnur Justinussen sína støðu sum toppskjútti.

Beinanvegin eftir steðgin komu Símun Hansen og Kaj Leo í Bartalsstovu á vøllin í staðin fyri Hans Jørgen Djurhuus og Páll Klettskarð.

 

 

 

 

Hálvleikur

45 min.

1-0

 

 

35 min.

1-0

Heimaliðið er leikliga omaná, og Finnur Justinussen hevur havt fleiri møguleikar, men tað hevur ikki eydnast at økja um leiðsluna.Besta royndin hjá ÍF endaði á stólpanum aftanfyri Geza Turi.

 

20 min.

1-0

Støðan er framvegis 1-0 til heimaliðið, sum hevur havt betri tak á spælinum enn gestirnir hinumegin Varmakeldueið.

 

5 min.

1-0

 

Longu í 2. minutti legði heimaliðið í Sarpugerði seg á odda. Málskjúttin var toppskjúttin Finnur Justinussen, sumvið høvdinum setti bóltin í netið eftir hornasparksinnlegg.

 

Víkingur-ÍF kl. 15.00

Dómari: Georg N. Rasmussen

Víkingur: Geza Turi - Hjartvardur Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Niclas Nicalsen, Sam Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus - Páll Klettskarð, Finnur Justinussen

ÍF: Jákup Mikkelsen - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Uni R. Petersen, Høgni Zachariasen - Dánjal á Lakjuni, Frank Poulsen, Karl Løkin, Bogi Løkin, Nenad Saric - Andy Olsen

 

---

 

Liðugt

 

90 min.

0-1

 

70 min.

0-1

Alt bendir á, at tað í dag verður greitt, at 07 Vestur skal tungu leiðina niður í næstbestu deildina. Í Sørvági roynir heimaliðið at leypa á, men toftamenn hava gott tak á verjuspælinum, og teir dúva upp á kontraálop.

 

55 min.

0-1

 

 

Hálvleikur

45 min.

0-1

Tað er rættuliga órudduligt í Sørvági, har bólturin ofta er einar 15-20 metrar uppi frá graslíkinum.

 

10 min.

0-1: Oddur Højgaard

Eftir gott uppspæl í vinstru síðu og skotroynd úr spískum skoraði B68 beinanvegin, eftir at Hans Jørgensen í heimamálinum hevði hálvbjargað. Fyrru skotroyndina átti Remi Langgaard, og so var tað Oddur Højgaard, sum í dag er fremsti maður hjá toftamonnum, sum setti bóltin í netið.

 

07 Vestur-B68

Dómari: Petur Reinert

 

---

 

Liðugt

90 min.

1-0

 

70 min.

1-0: Alex José dos Santos

Í løtuni sær tað út til, at FM heitið ikki verður avgjørt í dag. Í hvussu so er hevur EB/Streymur skorað og er á odda 1-0. Málið skoraði vinstri vongverjin Alex José dos Santos við góðum skoti.

 

Hálvleikur

45 min.

0-0

 

35 min.

0-0

Ógvuliga fáir og smáir málmøguleikar.

Líkndini at spæla fótbólt eru góð við Margáir.

 

20 min.

0-0

Heimaliðið hevur leikliga verið greitt omaná, men higartil hevur tað ikki eydnast at skora mál.

 

 

EB/Streymur-B71 kl. 15.00

Dómari:

EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos - Sorin Anghel, Pauli G. Hansen, Daniel Udsen - Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen, Hans Pauli Samuelsen

B71: Símun Rógvi Hansen - Allan Tungá, Andrezej Kazimierz Bednarz, Bojan Zivic, Poul Kjartan Dam - Gudmund Nielsen, Mikkjal Hentze, Bogi Hermansen, Høgni Midjord - Bakari Bojang, Tijani Mohammed