B36 er nú røttu megin strikuna

1. DEILD: 07 Vestur tapti í kvøld í Gundadali og er isolerað í botninum

Teir næstbestu hjá B36 vunnu í kvøld fyri triðju ferð í ár. B36 hevði vitjan av teimum næstbestu hjá 07 Vestur, og úrslitið var 2-0 heimasigur eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

 

Úrslitið ber við sær, at B36 nú er á áttanda plássi við 9 stigum. NSÍ, sum leygardagin fer at spæla á útivølli ímóti Undrið FF, er á níggjunda plássi við 7 stigum, og 07 Vestur er aftast við einum stigi.

 

Miðverjin Lukas S. Enevoldsen kom í fjør til B36, tá ið hann var fastur maður á besta liðnum. Í ár hevur hann ikki spælt so nógv. Tað kemst av, at hann noyddist skaddur av vøllinum, tá ið B36 spældi stórsteypadyst ímóti KÍ.

 

Nú er hann komin fyri seg aftur, og hann er tvær ferðir skiftur inn á besta liðið. Í kvøld var hann millum teir fyrstu ellivu á næstbesta liðnum. Hann legði B36 á odda, tá ið 20 minuttir vóru farnir. Hetta var fyrsta málið, sum hann hevur skorað í B36.

 

Tríggjar minuttir undan leikloki umsetti Rani Berg í Soylu brotsspark til mál og 2-0.

 

Í 10. umfari fer B36 at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og 07 Vestur fer at spæla á útivølli ímóti TB. Hesin dysturin var ásettur at vera mikudagin í næstu viku, men hann er útsettur.