B36 fær málskjútta úr NSÍ

Betri deildin kvinnur: Brasilska Stefani Cabral skiftir frá NSÍ til B36

Tað verður sambafótbóltur á bestu kvinnuliðnum hjá B36 komandi kappingarár. Livyan Borges og Jiselle Lacerda halda fram í felagnum frá hesum kappingarárinum, og nú legst landskvinnan, Stefani Cabral, afturat. Hom skoraði 16 mál í 19 dystum fyri NSÍ.

 

- Tefa spælir í hvítum og svørtum komandi ár. Hon kom til Føroyar í februar samstundis sum okkara Livyan Borges og Jiselle Lacerda. ”Tefa” skoraði 16 mál í 19 dystum fyri NSÍ. Hon frátók okkum tvey stig í síðsta sekundi, í tí nógv umrødda dystinum við reyða kortinum og útskiftingini og innskiftingini av okkara málverja. Málsøkin spælari. Tær hava allar spælt á sama liði í Brasil, og gleða seg nú at spæla saman aftur, men nú í B36, skrivar felagið.

 

Við hesum sær út til, at B36 siktar eftir heiðursmerki til komandi kappingarár.