Sumba hevði ikki stórvegis trupulleikar av næstbestu B36-monnunum, tá hesir vitjaðu á Krossinum leygardagin.
Eftir 1-0 í hálvleikinum, gjørdist talan um ein tryggan 4-1 sigur til heimalikðið, sum heisini var í yvirtali størsta partin av tíðini. B36 fekk nevnliga John Thomsen riknan av vølli miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tí mundi tað vera so sum so við vónunum til dystin, tá teir í steðginum royndu at manna seg upp.
Tað eydnaðist teimum tó at javna leiðslumálið hjá sumbingum, men eftir at Norbert aftur legði vertirnar á odda, var líka sum liðugt við mótstøðuni. Og seinastu lítlu løtuna kundu sumbingbar so staðfesta sigurin við tveimum tøttum málum.
Sumba-B36 4-1 (1-0):
1-0 Hallur D Joense
1-1: Bárður Joensen
2-1: Norbert Lusak
3-1: Martin Poulnsen
4-1: Andre Kjærbo