B36 fekk ikki hevnd

Fótbóltur: B36 megnaði ikki at hevna ósigrarnar móti HB í fjør. HB vann 1-0, men hevði ikki eitt einasta skot á málið í seinna hálvleiki

Tað kann diskuterast út í æsir, um HB hevði uppiborið at vinna móti B36 í fyrsta landskappingardystinum á árinum, ella um B36 hevði uppiborið í øllum førum javnleik.

Í stuttum hendi tað, at HB fekk mál, tá eini tíggju minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki løgdu teir seg aftur at verja leiðsluna og høvdu ikki eitt einasta veruligt skot á B36-málið. B36 hevði bóltin 35 av teimum seinastu 45 minuttunum, men uttan at fáa mál, hóast tað onkra ferðina var nær við.

Summi (B36-viðhaldsfólk) halda, at tað var himmalrópandi órættvíst, at HB vann, tí B36 hevði alt spælið og allar kjansirnar í seinna hálvleiki. Onnur (HB-viðhaldsfólk) siga, at tað var í fínasta lagi, at HB vann, tí teir gjørdu sína skyldu, fingu eitt mál og megnaðu at halda sítt egna mál reint. Øll hava rætt.

Heilt síðani fótbóltsspælið varð uppfunnið, hevur tað bert gingið út upp á eitt: At vinna. Tað visti HB, og HB vann ? uppiborið (!). At tað so var við nakað av tí keðiligasta fótbóltsspælinum, sum HB nakrantíð hevur víst, er ein onnur søga. Tað er gloymt, tá seinastu dystirnir í ár eru spældir, og stigini skulu gerast upp.

Dysturin í Gundadali sunnudagin var ikki nøkur serlig frøi fyri tað eftirhondini meira og meira kræsna áskoðaraeygað. Serliga seinni hálvleikur gjørdist ein sera keðilig uppliving, tá bert annað liðið var áhugað í at fara fram á vøllin og royna at fáa mál, meðan hitt var nøgt við at verja um sína tepru leiðslu.

Í byrjanini var einki, sum bendi á, at tað skuldi fáa ein so óáhugaverdan enda. Bæði liðini byrjaðu varisliga, men høvdu kortini hug og vilja til at strekkja verjuna hjá hinum liðnum.

HB kom eitt vet betur frá byrjan og fekk nakrar rímiligar kjansir, sum við eitt sindur meira hepni og nærlagni kundu givið mál, eitt nú tá eitt skot frá Allani Mørkøre gjørdist til eitt innlegg, sum Súni Fríði Johannesen ikki fekk tamarhald á, og tá Hans á Lag var hægstur inni í B36-brotsteiginum, men skallaði uppum.

Men B36 kom skjótt við, og við vøkrum kombinatiónsspæli komu teir sær fleiri ferðir fram móti HB-brotsteiginum, men ongantíð nóg langt inn til at vera veruliga vandamiklir.


Sakna teir

høgu menninar

Enn eina ferð sást, at B36 saknar høgar menn á liðnum. HB vann so at siga alt í luftini, burtursæð frá Bjarna Prior, sum var klárt besti B36-leikarin sunnudagin.

Soleiðis gekk tað fram til 34. minutt, tá dómarin knappliga dømdi brotsspark til HB. Í einum nærdysti millum John Hera Dam og Jan Guttesen fór fyrrnevndi umkoll, og so fekk HB sín størsta møguleika í dystinum. Jan Guttesen skilti ikki, hvat gekk fyri seg, men Allan Mørkøre setti brotssparkið trygt í netið til 1-0.

Nú mátti B36 eitt sindur longur fram á vøllin, og tað mundi eisini givið bonus longu sjey minuttir seinni, tá Rógvi Larsen staddur nakað úti í vinstru síðu legði eina perfekta sending skrúvandi inn um HB-verjuna til ein púra leysan John Petersen, sum hevði stundir til at skjóta, men rakti tvørstongina. Tað skuldi vísa seg at vera størsti kjansur, B36 hevði í dystinum.


Eitt langt B36-álop

Seinni hálvleikur bleiv eitt langt B36-álop. Longu tá dysturin byrjaði eftir steðgin, sóust ábendingar um, at HB so smátt tók seg aftur á vøllin, samstundis sum B36 trýsti frameftir. Tá so Hallur Danielsen í 65. minutti varð rikin av vøllinum fyri sítt næsta gula kort (bæði tvey fyri at brúka seg ov nógv), fór dysturin fullkomiliga í koma.

Andrew av Fløtum sat skaddur uttanfyri, og Súni Fríði Johannesen var einasti veruligi áleypari á HB-liðnum. Fýra minuttir eftir útvísingina varð Súni Fríði skiftur út við verjuspælaran Bjarka Mohr, og restina av dystinum spældi HB við bert Jens Erik Rasmussen, sum tríggjar minuttir áðrenn útvísingina var komin inn fyri John Hera Dam, og Allan Mørkøre sum hálvum áleyparum, meðan restin av liðnum lá afturi og vardi.

Tað gav sum vera man eitt stórt B36-trýst, men uttan at nakað mál kom burturúr. Onkrir hálvir kjansir tóku seg upp, men tað sá ongantíð út til, at B36 fór at fáa útjavnandi málið. John Petersen og Jákup á Borg fingu einki pláss í væl mannaðu HB-verjuni, og restin av liðnum hevði ikki hugflogið til at lirka verjuna upp. Og sum altíð stóð Kaj Leo Johannesen tryggur, tá tað nærkaðist hjá B36.

Hjá B36 spældi Bjarni Prior sín besta dyst higartil í ár, og eisini fyrrverandi HB-arin Mikkjal Thomassen, sum kom inn stutt eftir HB-málið, røkti sína uppgávu ? at neutralisera Allan Mørkøre ? til lítar.

Hjá HB vísti Jan Dam enn einaferð, at hann er Føroya besti verjuspælari, og at hann uttan iva eisini hevur Føroya longstu stórutá. Tú skalt leita leingi eftir einum so reinum fótbóltsspælara, sum ger so fá mistøk undir einum dysti. Hann kann vísa seg at gerast gull verdur fyri HB í ár (hóast hann sambært útvarpinum ikki heldur tað?) Eisini Hans Fróði Hansen og Hans á Lag spældu væl og vóru einaráðandi í luftini.

HB fekk reint ug í at gera sína skyldu, sum var at verja 1-0 leiðsluna frá fyrra hálvleiki, men spælið er best at gloyma sum skjótast. B36 vísti rættiliga gott spæl serliga í seinnu helvt av fyrra hálvleiki, men við tveimum illa uppløgdum áleyparum var tað ógjørligt at fáa nakað burturúr móti einum HB-liði, sum seinastu 20 minuttirnar spældi við níggju monnum í verjuni.

B36 fekk ikki hevnd fyri báðar ósigrarnar í landskappingini í fjør, men teir kundi ugga seg við, at teir vístu meira fótbóltsspæl enn HB, hóast teir eisini noyddust at ásanna, at tað eru málini, sum telja.