B36 brúkti seinastu tíggju minuttirnar av fyrra hálvleiki til at tryggja sær sigurin í Gundadali móti VB, og sostatt endaðu bronsumerkini í B36.
Nógv mál komu í dystinum, sum varð merktur av, at VB einki hevði at spæla fyri. Verjan hjá vágbingum spældi syndarliga vánaligt, og fleiri av málunum hjá B36 komu, tí VB-verjan ikki var nóg avgjørd og ikki ruddaði upp, tá hon skuldi. Og tá so VB-málverjin heldur ikki hevði ein av sínum góðu døgum, lá væl fyri hjá B36 at fáa átta mál ? øll skotin innan 43 minuttir.
Tað var rættiliga deydligt í Gundadali leygardagin. Áskoðaratalið var lítið ? HB-húsið var so at siga tómt, tí øll HB-viðhaldsfólkini vóru í Fuglafirði, og B36-húsið var heldur ikki fylt upp. Spælararnir gleddu seg til endan av eini langari kapping, og tí ráddi sum so bert um at fáa dystin frá hondini.
Stutt millum málini
Einki mál kom fyrstu tjúgu minuttirnar, men so kom ferð á. Bjarni Prior spældi á miðjuni leygardagin, og hann fekk hol á, tá eitt innlegg hjá honum um ein VB-fót endaði í málinum. Á dómaraseðlinum stendur Bjarni Prior til at hava fingið hetta málið, men talan var minst líka nógv um sjálvmál í stíl við tað, Brøndby fekk móti Bayern München herfyri.
Sjey minuttir seinni økti Jens Kristian Hansen til 2-0, áðrenn VB kom fyri seg. Tveir minuttir eftir málið hjá Jens Kristian minkaði spælandi venjarin Krzystof Popczynski til 1-2, og fýra minuttir seinni javnaði Milan Culjic við einum góðum skoti úr 16 metrum.
Men henda støðan helt sær ikki leingi. Seinasta korterið av fyrra hálvleiki spældi B36 besta fótbóltin í dystinum, og Ronnie Samuelsen skoraði til 3-2 í 37. minutti, áðrenn Jákup á Borg tríggjar minuttir seinni við eini góðari fintu og skoti skeyt sítt 19. mál í landskappingini.
B36 fekk eitt mál afturat áðrenn hálvleik. Tað syrgdi Jens Kristian Hansen fyri, tá eitt innkast úr høgru slapp at fara framvið fleiri monnum inni í brotsteiginum, so liðskiparin kundi prika hann inn til 5-2.
Fyri B36 ráddi um at vinna og samstundis vóna, at KÍ misti stig í Sumba, tí so hevði havnarliðið farið upp á silvurplássið aftur, og teir gjørdu sína skyldu í seinasta umfarinum.
Í seinna hálvleiki fekk B36 trý mál afturat, meðan VB einki fekk. Fyrr í ár tapti VB 8-0 móti B36 í steypakappingini, og aftur hesaferð noyddist Bjarni Johansen átta ferðir inn í málið eftir bóltinum. Leygardagin hevði hann langan veg aftur eftir bóltinum, tá sætta málið hjá B36 kom. Staddur langt úti úr egnum máli misti Bjarni bóltin til John Petersen, sum við einum frálíkum lobbi lyfti upp um VB-málverjan og í netið til 6-2.
Nú var eingin ivi um, hvør fór at vinna, og næsta korterið fekk B36 tvey mál afturat. John Petersen økti til 7-2 upp á ein eitt sindur tilvildarligan kjans, eftir at VB-verjan enn einaferð hevði kloddað í tí framman fyri egnum máli, og tað bleiv 8-2, tá Jákup á Borg setti punktum fyri sínum góða kappingarárið. Tá vóru 63 minuttir spældir, og sostatt var tíð til fleiri mál, men tað hendi tó ikki nógv meir í dystinum. B36-ararnir vóru nøgdir, og VB-ararnir tímdu ikki meir.
Vunnu átta av níggju
B36 vann átta av níggju dystum í seinnu helvt, og John Petersen og Jákup á Borg staðfestu enn einaferð, at teir í ár hava mannað besta álopið í Føroyum. Í løtuni sær út til, at dysturin móti VB var tann seinasti landskappingardysturin, teir báðir spældu fyri B36 ? í øllum førum í hesum umfari. Tað er lítið sannlíkt, at árstalsfelagið sleppur at hava hesar báðar á liðnum komandi ár, tí útlendsk feløg hava víst teimum stóran áhuga í ár.
VB fekk ikki so góða endastøðu sum í fjør, men glottar hava verið inn ímillum ? fyrst tá Jón Pauli Olsen, sum sat á bonkinum allan dystin leygardagin, kom heim úr Danmark, og síðani, tá venjarin Krzystof Popczynski kom úr Esbjerg eftir summarsteðgin. At VB hoyrir heima í 1. deild, er einki at ivast í, men fólkagrundarlagið hevur ikki altíð verið so gott í ár, og tað merkist skjótt, tá skaðar taka seg upp í hópinum.