B36-HB: Grannar í hornatøkum

Tað er ongin kærleiki millum grannarnar í hesum døgum, og tað sæst væntandi á vøllinum í kvøld

Í kvøld klokkan 19 verður grannauppgerð millum B36 og HB á Tórsvølli. Talan er um 22. umfar í Betri deildini hjá monnum. Dysturin er útsettur frá í gjár, tí B36 skal hava fýra dagar hvíld frá dysti í Evropa.

Tað er ongin kærleiki millum B36 og HB í hesum døgum. Tað byrjaði við at Jens Berthel Askou, venjari hjá HB, avskrivaði B36 í FM-stríðnum. Síðani svaraði Jákup á Borg, venjari hjá B36, speiðrekandi aftur við at kalla Jens Berthel fyri Janus, og legði upp til at B36 bara má kempa um koma í Evropa, nú liðið hjá honum var avskrivað. Tað er ongin loyna, at tað er kalt millum venjaratoymini hjá B36 og HB.

HB hevur munin í innanhýsis dystunum. Teir hava vunnið tvær grannauppgerðir í ár. 4-2 og 2-0. Hinvegin hevur B36 fyri aðru ferð upp á trý ár vunnið seg víðari í Evropa, meðan HB stendur eftir við ongum. Hesa ferð tapti HB í fyrsta umfari í Europa League fyri Glentoran, meðan B36 skrivaði føroyska fótbóltssøgu í Evropa, við at vinna seg víðari tríggjar ferðir.

Símun Rógvi stendur í mál

B36 hevur heimvøll í dag. Heimaliðið er uttan Róa M. Hentze í málinum. Hann fekk ein heilaskjálvta í dystinum móti AB, og stóð ikki í mál móti CSKA Sofia. Í hansara stað kemur Símun Rógvi Hansen. Ivamálini hjá B36 eru Andrias H. Eriksen og Magnus H. Jacobsen, sum báðir eru nakað slitnir av nógvu dystunum í seinastuni.

Stefan Radosavljevic er aftur eftir leikbann móti AB í landskappingini, meðan Sonni Ragnar Nattestad sat yvir í Bulgaria og er óávirkaður av tí dystinum í kvøld.

Mikkel klárur aftur

Fyri HB er Mikkel Dahl klárur aftur frá byrjan. Hann sat yvir móti EB/Streymi týskvøldið við trupulleikum í knænum. Sum skilst, so sita spælarar sum Delphin Tshiembe, Mikkel Frankoch, René Shaki Joensen og Mads B. Mikkelsen uttanfyri.

HB er oddalið í føroyskum fótbólti, og kann við sigri taka eitt stórt fet móti FM, meðan KÍ skal spæla í Europa League í Írlandi hóskvøldið. B36 hevur spælt færri dystir enn hini liðini, men tað er trýst á at vinna, um liðið skal gera viðmerkingarnar hjá Jens Berthel Askou til skammar.

Alt í alt, so er hetta eitt grannastríð, har báðir partar ikki kunnu vinna. Tí kunnu vit rokna við dramatikki, tvídystum og intensiteti. Søgan sigur høg leikferð, málríkt og hendingaríkt.

Dysturin millum B36 og HB byrjar klokkan 19. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.