B36 heintar 17 ára gamlan úr HB

Hartil hevur ein av steypahetjunum longt sátmálan við B36

B36 hevur kunngjørt á heimasíðuni, at felagið hevur gjørt sáttmála við 17 ara gamla Svein Lava Olsen. Hann er annars júst blivin FM-vinnari við U17 hjá HB, men skiftir nú til grannarnar, har partarnir hava gjørt ein trý ára sáttmála.

Sveinur Lava Olsen hevur spælt við bæði U15 og U17 landsliðnum, har hann eisini hevur verið liðskipari. Heimasíðan boðar frá, at hann er ætlaður sum miðverji í felagnum, hóast hann kann røkja fleiri pláss.

Hannes heldur fram

Heimasíðan hjá B36 boðar eisini frá, at Hannes Agnarsson hevur longt sáttmálan fram til 2019. Kviki vongurin skoraði tiltikna 2-2 málið í steypafinaluni, tá B36 bara vóru níggju mans á vøllinum.

Hannes Agnarsson hevur í longri tíð havt trupulleikar við skaðum, men vónin í B36 er, at hann kemur fyri seg. Hann sat millum annað uttanfyri, tá B36 í gjár vann á Suðringum.

Sum Sosialurin og In.fo hava skrivað fyrr, so er líkt til at Árni Frederiksberg og Brian Jakobsen verða nýggir í felagnum, meðan Odmar Færø og Meinhard E. Olsen eru á veg uttanlands, meðan Kaimar Saag helst ikki heldur fram í felagnum.