B36: Hetta er ein stór eykarokning

Hópurin hjá B36 er loksins á veg til Gibraltar, men tað er uttan SAS

B36 skal hóskvøldið spæla seinna dystin í undanumfarinum til Europa League móti St Joseph’s úr Gibraltar. Fyrri dysturin endaði við 1-1 javnleiki, sum merkir at B36 skal skjóta mál á Gibraltar, um árstalsfelagið skal hava nakran møguleika at koma víðari.

 

Fyrireikingarnar til seinna dystin hava tó ikki verið góðar hjá B36. Liðið skuldi fara av landinum mánadagin, men av tí at SAS ikki lendi, so stóð hópurin eftir. Felagið valdi síðani at strikað alt hjá SAS og flúgva við Atlantic.

 

- Vit høvdu bookað við SAS, men teir avlýstu. SAS bjóðaði okkum at royna aftur í gjár, men kundi ikki fáa okkum til Malaga fyrr enn í morgin eftir døgurða, og so skal koyrast til Gibraltar. UEFA hevur ásett, at tú skalt verða í landinum 24 tímar áðrenn dystin, so tað tordu vit ikki at satsa uppá.

Tí annuleraðu vit alt hjá SAS, og keypti alt av nýggjum. Tað er ein heldur stór eykarokningm, sigur formaðurin í B36, Rúni Herup Olsen.

 

Hópurin gekk sær ein túr í dag í Danmark, har fyrsti taktikkfundurin var á skránni. Síðani var farið á flog seinnapartin í dag. Eftir ætlan kemur ferðalagið á mál áleið á midnátt. Í B36 eru tey eitt sindur vónbrotin av alternativinum, sum SAS kom við.

 

-Vit høvdu kanska vónað, at SAS kundi hjálpa við einum betri alternativi, sigur Rúni Herup Olsen.

 

Dysturin hjá B36 verður hóskvøldið, tá eisini KÍ spælir móti Birkirkara av malta í undankappingini til Europa League. FM1, sum er nýggja navnið á Rás2 útvarpsstøðini, sigur frá dystinum í Gundadali millum KÍ og Birkirkara, og hevur beinleiðis samband niður til Gibraltar.