B36 skrivar soleiðis í sambandi við, at nýggjur høvuðsvenjari er settur fyri ungdómsdeildunum:
Tummas Erling Djurhuus og B36 hava skrivað undir avtalu, har Tummas Erling verður høvuðsungdómsvenjari fyri yngru deildir felagsins
Tummas Erling er ikki nakar ókendur maður í felagnum, tí hann hevur áður havt ábyrgd av næst besta mansliði felagsins.
Nú verða tað yngru deildir felagsins, sum fáa ágóðan av góða arbeiðslagi hansara, tí hann er settur í starv sum høvuðsungdómsvenjari.
Her kemur hann at seta síni fingramerki á menningina av yngru spælarum okkara, og eisini er ein aðalsetningur, at hann skal vera við til at menna venjaraumhvørvið í felagnum.
Vit í B36 eru sera fegin um, at vit við hesum hava fingið júst mannin, sum vit ynsktu okkum til starvið, og vit ivast onga løtu í, at vit saman við Tummas Erling kunnu flyta ungdómsarbeiðið í felagnum enn meira á røttu leið.