Føroyameistararnir og steypavinnararnir úr B36 fara seinnapartin í dag at fáa gullkrónur og Føroya Bjór steypið handað á Vágs eiði. So verður farið norður aftur til Havnar við Smyrli, og tað verður gjørt ikki so lítið burturúr. Ársveitslan verður leygardagin 13. oktober, men tað verður høvi at heilsa upp á spælararnar í kvøld. Tá B36 ferðalagið verður aftur í Havnini, fer Tórshavnar býráð at taka ímóti teimum. Bæði tá B36 var FM vinnari í 1997, og tá HB var FM vinnari í 1998, handaði býráðsformaðurin kekk á trappuni frammanfyri gamla kommunuskúlan ella umsitingarbygningin hjá býráðnum, og soleiðis verður tað ivaleyst eisini hesa ferð.
Tað hevur verið roknað við, at nógv B36 viðhaldsfólk skuldu til Vágs at fylgja við. Ætlanin var, at spælararnir skuldu fara suður fyrrapartin í dag. Men tann ætlanin varð broytt mitt í vikuni. Veðurmaðurin boðaði frá landssynningi. Tað er ringasta ætt, og tí skuldi B36 liðið fara suður í gjárkvøldið.
Liðformaðurin ivasamur
Tað er greitt, at Bjarni Prior ikki verður á FM liðnum í dag. Hann fekk ímóti HB triðja gula kortið og er tískil leikbannaður. Tað er eisini greitt, at Pól Thorsteinsson verður við ímóti gomlu liðfeløgunum í VB. Hann var leikbannaður síðsta sunnudag.
Ímóti HB noyddist Jákup á Borg tíðliga at taka seg av vøllinum. Hann hevði fingið tað, teir kalla eitt trælær, men nú er alt í lagi aftur. Liðformaðurin hjá B36 eitur John Petersen. Tað verður hann, sum skal taka ímóti FM steypinum í dag. Men í gjár var eitt sindur ivasamt, hvussu væl hann verður førur fyri at spæla. Ímóti HB var tað týðuligt, at John hevði trupulleikar við beininum, og tað hevur hann enn.
Tá B36 ólavsøkudag vann finaluna um løgmanssteypið, varð eingin mynd tikin. Veðrið var so vánaligt, at illa komnu spælararnir skundaðu sær undir tak. Men teir hava tikið løgmanssteypið við suður til Vágs, so tað verður á myndini, sum verður í blaðnum týsdagin.
Ikki nóg nógv
Í fjør vóru tað vágbingar, sum í Gundadali vórðu fagnaðir sum meistarar, meðan teir í B36 vóru eygnavitni til rómin. Í dag eru leiklutirnir býttir um.
Og tað er einki at liggja omaná, at teir í Vági iðra seg um, at tað bara er møguleiki hjá teimum at vinna bronsu krónurnar:
? Vit hava fleiri ferðir spilt okkum so rudduliga burtur. Í Miðvági vóru vit á odda 2?0, tá bara átta minuttir vóru eftir, men kortini taptu við 3?2. KÍ hevur ikki verið væl fyri í ár, men kortini hava vit tapt báðar dystirnar ímóti teimum. Serliga tapið á heimavølli var sera harmuligt, tí tá áttu vit alt spælið.
Hetta sigur Kári Poulsen, sum er liðleiðari hjá VB, og sum tískil hevur fylgt liðnum alt árið.
Nú vóna bæði liðleiðarin og øll onnur, sum eru góð við VB, at KÍ fer at gera sítt:
? Um vit skulu fáa fatur á bronsukrónunum og harvið á Intertoto Cup plássinum, so skulu vit vinna á B36. Vit rokna avgjørt við, at tað er møguleiki fyri tí, nú B36 ikki skal stríðast fyri meistaraskapinum. Men um roknistykkið hjá okkum skal ganga upp, so skal KÍ vinna á B68. Tað vóna vit, at teir fara at gera.
Endar tað soleiðis, sum vágbingarnir vóna, so fer at standa á jøvnum í stigum ímillum B68 og VB, men vágbingar fara at fáa bronsuna, tí teir hava staðið seg betri í innanhýsis dystunum. Á Toftum vann VB í 2. umfari 4?1, og í 11. umfarinum endaði tað 1?1, tá B68 var í Vági.
Hjá VB eru allir spælararnir tøkir, sum hava verið við tær seinastu ferðirnar. Hetta verður seinasti dysturin hjá Popczynski á VB liðnum. Komandi kappingarár skal maðurin, sum var tann fyrsti at gera VB til meistarar, spæla við gøtumonnum.
Tá B36 og VB í 9. umfarinum tókust í Gundadali, endaði B36 omaná. Úrslitið var 3?2.