B36 hevur undanvind

Kvinnur: Javnleikurin í Hólmanum var fimta ferðin á rað, at B36 kvinnurnar vunnu úrtøku

Tað endaði 2-2, tá ið B36 í dag var á vitjan í Hólmanum á Eiði. Úrslit ið var 2-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-1.

 

Lea Lisberg setti eftir innlegg úr vinstru hol á fyri heimaliðið í 12. minutti,  Livyan Silva javnaði við skoti úr 17 metrum, og Íðunn Egilstoft legði dygst undan steðginum heimaliðið framum aftur, tá ið hon eftir horna úr vinstru stútaði bóltin inn við handara stólpa.

 

Seks minuttir eftir steðgin javnaði Judith Eilersdóttir, tá ið hon við nærra stólpa og eftir innlegg úr høgru stýrdi bóltin í málið.

 

KÍ vann 11-0 á Eiðinum í Vági ímóti oyggjaliðnum hjá suðuroyingum. At KÍ vann, og tað hjá EBS/Skála endaði javnt ber við sær, at tað nú eru trý stig frá KÍ og aftur til EBS/Skála.

 

B36 tapti tveir teir fyrstu dystirnar. Síðani hevur tað gingið sum eftir ánni, B36 hevur vunnið fýra dystir og eftir javnleikin í dag er B36 á triðja plássi.

 

NSÍ vann í gjárkvøldið trivaligan 4-1 heimasigur ímóti 07 Vestur, sum nú hevur tapt tríggjar dystir á rað. Heidi Sevdal var av álvara í hopla og skoraði trý mál.

 

Hjá Víkingi hevur tað higartil gingið av skriðuni. Í dag tapti Víkingur 3-2 á heimavølli ímóti HB. Nú øll liðini hava spælt ímóti hvørjum øðrum, hevur Víkingur bara vunnið ímóti liðnum í Suðuroy. Tað var í fyrsta umfari, tá ið Víkingur vann 16-0. Síðani hevur Víkingur tapt ímóti øllum hinum liðunum.

 

-

 

7. umfar

 

Víkingur – HB 2-3 (1-1)

 

1-0: Mona Rasmusdóttir 12.

 

1-1: Ása Stórá Carlsen 20.

 

1-2: Lea Johannesen 73.

 

1-3: Lea Johannesen 90.

 

2-3: Jensa Tórolvsdóttir 93.

 

-

 

EBS/Skála – B36 2-2 (2-1)

 

1-0: Lea Lisberg 19.

 

1-1: Livyan Silva 32.

 

2-1: Íðunn Egilstoft 45.

 

2-2: Judith Rasmussen 51.

 

-

 

­­­­­­NSÍ – 07 Vestur 4-1 (2-0)

 

1-0: Heidi Sevdal 9.

 

2-0: Sjálvmál 39.

 

3-0: Heidi Sevdal 49.

 

3-1: Eyðrið Rúnadóttir 53.

 

4-1: Heidi Sevdal 58.

 

-

 

TB/FCS/Royn – KÍ 0-11 (0-5)

 

0-1: Tóra Mohr 11.

 

0-2: Tóra Mohr 27.

 

0-3: Durita Hummeland 34.

 

0-4: Sanna Svarvadal 38.

 

0-5: Malena Josephsen 44.

 

0-6: Tóra Mohr 64.

 

0-7: Óluva Allansdóttir Joensen 68.

 

0-8: Marjun Hjelm 78.

 

0-9: Maria Biskopstø 79.

 

0-10: Malena Olsen 81.

 

0-11: Tóra Mohr 88.

 

-

 

761022319
EBS/Skála751122816
B367412201013
HB740320912
NSÍ731319810
07 Vestur730411119
Víkingur710621153
TB/FCS/Royn70071720

 

-

 

Máltindurin

 

Heidi Sevdal NSÍ 7
Kára Djurhuus EBS/Skála7
Livyan Silva B36 7

 

-

 

8. umfar

 

Leygardagin 21. mai

 

07 Vestur – TB/FCS/Royn

 

Sunnudagin 22. mai

 

KÍ – HB

 

Víkingur – B36

 

EBS/Skála – NSÍ