B36 kærir dómaran

B36 hevur kært eina dómaraavgerð í dystinum millum B36 og B71. Kravt verður, at nýggjur dystur verður ásettur.

Formaðurin í kappingarnevndini, Børge B. Hansen, hevur ongar beinleiðis viðmerkingar til málið, men sigur, at kappingarnevndin væntandi fer at viågera hetta á fundi hósdagin


Einki er at taka seg aftur í, at úrslitið í heimadystinum hjá B36 móti B71 ikki var eftir vild.

Endaliga støðan gjørdist 4-2 til B71, og hóast sigurin sum so var fult uppiborin, so ætlar B36 nú, at dysturin skal leikast av nýggjum.


Dómaramistak

Orsøkin til, at B36 hevur sent inn kæru um dystin, er ein dómaraavgerð, sum varð tikin í dystinum.

B36 metir, at talan var um eitt somikið týðandi mistak, at hetta hevði avgerandi ávirkan á dystin, og tí vilja teir hava, at FSF ógildar úrslitið av dystinum sunnudagin, og ístaðin ásetur nýggjan dyst. Í skrivinum til FSF verður greitt soleiðis frá tilburðinum:

»Í 75 minutti ? støðan var tá 2-2 ? varð Jón Brekku, B71, rikin av vølli fyri hevnisøku inni í B71-brotsteiginum. Bólturin var í spæli, tá tilburðurin fór fram, og dómarin, Jens Petur Brattalíð, steðgaði dystinnum, gav leikaranum reyða kortið og byrjaði dystin aftur við brotskasti uttan fyri brotsteigin. B36 hevur sjónbandsupptøku av dystinum, sum FSF kann síggja, um tað er neyðugt.«.

B36 vísir í hesum sambandi til grein 12 í fótbóltslógini, har tað er ásett, at dómarin eigur at døma brotsspark fyri spark av, ella roynd at sparka, mótstøðumann, í brotsteiginum, meðan bólturin er í spæli. Hetta uttan mun til, hvar á vøllinum bólturin er.

Til at vísa á líknandi tilburðir nýtir B36 eina hending úr donsku superliguni, sum fór fram undanfarna kappingarár. Hetta var tá Esbjerg fekk viðhald í eini kæru, har teir kravdu at útidystur teirra móti AGF skuldi leikasta umaftur.


Ongar viðmerkingar

Tá vit í gjár settu okkum í samband við umrødda dómaran, Jens Petur Brattalíð, hevði hann als ikki fingið boð um kæruna.

Hann kundi tí sum so ikki gera nakrar konkratar viðmerkingar til málið. Hann vísti tó á, at dómarar eins og leikarar bert eru menniskju, og tí kunnu tey sjálvsagt eisini gera mistøk.

Um sjálva hendingina við útvísingini segði hann, at hann hevði sent frágreiðing til FSF hesum viðvíkjandi, soleiðis sum fyriskrivað í kappingarreglunum, og at hann ikki hevði frætt meira um hetta.

Børge B. Hansen, formaður í kappingarnevndini hjá FSF, vildi heldur ikki gera beinleiðis viðmerkingar til málið:

- Eg havi biðið umsiting okkara um at senda avrit av kæruni og frágreiðing dómarans um útvísingina til limirnar í kappingarnevndini, so hesir kunnu verða kunnaðir. Væbntandi verður fundur um málið leygardagin, og verður tá avgjørt, um nakað skal henda víðari í hesum máli.


Helst 2 vikur

Mannagongdin í slíkum førum er annars tann, at um kappingarnevndin metir, at nakað meira skal henda í málinum, skulu allir innblandaðir partar geva frágreiðing um málið.

Hetta merkir, at um kappingarnevndin á fundi leygardagin kemur til tað niðurstøðu, at málið skal kannast gjøllari, skulu bæði dómari og B71 geva frágreiðing í málinum.

Kemur kappingarnevndin hinvegin til ta niðurstøðu, at kæran skal avvísast, er málið sum so avgreitt frá teirra síðu. B36 hevur tá møguleikan at kæra avgerðina hjá kappingarnevndini til dómsnevndina.

Gevur kappingarnevndin hinvegin B36 viðhald í kæruni, hava sandoyingar sjálvandi møguleika at kæra dómin, so líkt er til, at tað í øllum førum ganga einar tvær vikur, áðrenn endalig avgerð er tikin í málinum.