Í fjør gekk tað av skriðuni. B36 stríddist alt kappingarárið fyri at sleppa undan niðurflyting. Tað eydnaðist akkurát, og tað vóru teir hvítu og svørtu fegnir um. Hóast teir løgdu bragdliga fyri, so var úrtøkan soltin. Tað bar við sær, at setningurin mesta partin av tíðini var at halda seg røttu megin niðurflytingarstrikuna.
Fíggjarligur aldudalur og næstan húsagangur vóru orsøk til, at tað undan síðsta kappingarárið ikki bar til at taka so rívan til, sum teir ofta hava gjørt í B36. Tríggir útlendingar vóru millum spælararnar, sum tað varð vónað skuldu lyfta liðið. Avrikið var einki at reypa av, og nú eru Sam Malson, Brima Koroma og Dennis Holmberg farnir av aftur landinum.
B36 hevur altíð átt góðar fíggjarligar stuðlar, og skal metast út frá tilgongdini, so hevur tað seinastu mánaðirnar aftur fløtt í pengapunginum. Fimm spælarar, sum í fleiri ár hava verið markantir í bestu deildini, eru nú í B36: klaksvíkingarnir Hjalgrím Elttør, Meinhardt Joensen og Símun Joensen og Bárður Olsen úr Sundalagnum kunnu allir roknast at gerast stuðlar. Dmitri Jankovic er gamal kenningur í B36, og tað hevur ivaleyst størstan týdning av øllum, at hann aftur verður stýrimaður í miðverjuni. Royndirnar siga, at Dmitri Jankovic lyftir avrikini hjá fleiri av liðfeløgunum ikki so lítið.
Jákup á Borg, Klæmint Matras, Fróði Clementsen og Herbert í Lon Jacobsen eru millum veteranarnar, ið eru uppvaksnir í felagnum, og í nýggja B36 ættarliðnum eru Jóan Pauli Dahl Jakobsen, Oddmar Færø, Johan Ellingsgaard og ikki minst Róaldur Jacobsen, sum tvey tey seinastu árini hevur verið millum mest eyðsýndu spælararnar. Christian Restorff Mouritsen vísti síðsta heyst, at hann er komin seg rættuliga eftir at hava verið skaðadarvaður, og Magnus Olsen og Heini í Skorini eru eisini við í kappingini um plássini á besta liðnum.
Í B36 er stóri spurningurin, hvussu tað verður við Inga Højsted. Fyrrverandi Arsenal-unglingin hevur verið óvanliga nógv skaðaplágaður. Tað ber við sær, at hann sjálvandi ikki er á støðinum, sum hann var á, tá ið hann vandi saman við heimsstjørnunum í London. Eingin ivast tó í, at tað fer at lyfta B36-miðvøllin, um Ingi verður førur fyri at spæla. Eftir ársskiftið hevur hann verið skaðaplágaður, og nú fæst at síggja um tað fer at eydnast Inga at koma fyri seg.
Sigfríður Clementsen tók um endan í fjør, tá ið tað stóð ringast til. B36 og Sigfríður hava áður vunnið nógv saman. Í ár er Arnbjørn Danielsen hjálparvenjari. Hann var á tiltikna B36-liðnum, sum í 1997 vann fyrsta FM heitið í 25 ár.
Eingin ivi er um, at fyritreytirnar eru góðar fyri, at tað í ár fer at hilnast væl betri, enn tað gjørdi í fjør. Hópurin tykist vera so mikið góður, at tað skal vilja illa til, um kappingin ikki fer at snúgva seg um at vinna heiðursmerki.