Fótbóltur
Hóast ein ævigur sannleiki í fótbólti er, at komandi dysturin er tann týdningarmesti av øllum, so slepst neyvan undan, at fólkini kring B36 hava hug at hyggja fram móti uppgerðini móti turkiska Fenerbache, sum bíðar eftir at spæla móti vinnaranum av dystinum millum B36 og maltesiska Birkirkara.
Tí við einum 3-0 sigri í skjáttuni skal ganga nógv meira enn illa, um tað ikki skal eydnast B36 at gerast fyrsta føroyska liðið, sum vinnur seg víðari í europeisku meistarakappingini, har veruliga undankappingin fer ígongd tann 26. juli.
Ítróttur og pengar
At fólk kring B36 hava hug at hyggja fram móti dystinum móti Fenerbache, kemst av fleiri orsøkum. Fyrst og fremst, so er turkiska liðið helst sterkasta felagið, sum hevur vitjað í Føroyum í fleiri ár. GÍ hevði vitjan av Glasgow Rangers fyri nøkrum árum síðani, og í aðrar mátar skal helst leitast aftur vitjanirnar, sum HB hevur havt av eitt nú Atletico Mineiro, Aberdeen og Coventry.
Fíggjarligi vinningurin hjá B36, um teir spæla seg víðari, skal heldur ikki forsmáast, og tí er einki at taka seg aftur í, at spenningurin er sera stórur í árstalsfelagnum.
Halda seg til setningin
Einki av hesum er tó nakað, sum tað verður tosað hart um í B36, nú seinastu fyrireikingarnar til dystin móti Birkirkara skal spælast.
- Vit hugsa eina og aleina um dystin mikukvøldið. Hóast 3-0 er eitt gott útgangsstøði, so er tað jú áður sæð, at slík úrslit eru vend í Europa-Cup, so vit taka einki sum helst fyri givið. Tvørtur ímóti rokna vit við, at vit hava eina trupla uppgávu at loysa. Á útivølli upplivdu vit ein dyst, har alt riggaði eftir vild hjá okkum, og tað er jú ikki víst, at alt riggar somikið væl eina ferð afturat, sigur Kristjan á Neystabø, sum tekur sær av viðurskiftunum kring besta mansliðið hjá B36.
- Vit skulu sum so ikki longur enn til Danmark og FCK, sum fyri einum tveimum árum síðani tveitti trygga leiðslu burtur í heimadysti móti gerogisku meistarunum. So vit royna at gera okkara arbeiði til lítar. Spælararnir eta ein bita saman í kvøld, og allan dagin í morgin brúka vit til fyrireikingar. Og so er at vóna, at okkara arbeiði er nóg væl gjørt staðfestir Kristjan.
Í B36 hava tey annars alt fólkið tókt til dystin. Bárður H. Joensen hevði leikbann seinast, eftir at hann fekk reytt kort í dystinum móti FC Midtjylland fyri einum ári síðani. Men hann er nú aftur tøkur, og tað sama eru allir hinir spælararnir í hópinum, skilst.