B36 kann gera upp við soltnu tølini

Hjá Víkingi er setningurin at halda tørn um frástøðuna fram til FM fvorittarnar

Ein dystur í 15. umfari í bestu landskappingini verður í kvøld.

 

Klokkan 19 bríkslar Jóhan Hendrik Ellefsen fyri fyrstu ferð í Sarpugerði, har Víkingur fær vitjan av B36.

 

Víkingur er næstfremst við 34 stigum – 9 stig aftanfyri KÍ – og B36 er á fjórða plássið við 22 stigum.

 

Tá ið B36 í fjórða umfari hevði vitjan av Víkingi, fóru gestirnir úr Gundadali við 3-0 sigri.

 

Tað verður so ofta tikið til, at B36 hevur ilt við at vinna stig og sigrar ímóti teimum fremru á stigatalvuni, og soleiðis hevur tað verið higartil í ár. B36 hevur tapt ímóti KÍ (ú), HB, Víkingi (h), HB og KÍ (h). B36 hevur vunnið 2-0 á útivølli ímóti NSÍ, sum tað ikki hevur fingið so væl hjá í ár.

 

Tølini siga, at í fjør royndist tað hampuliga væl hjá B36 ímóti Víkingi. Fyrri heimadysturin endaði 2-2, í Gøtu vann Víkingur 1-0, og so vann B36 2-0 á heimavølli. Í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið vann Víkingur 1-0 í Sarpugerði, og so var tað, at B36 við fínum avriki og 3-0 sigri vann seg í steypafinaluna, sum B36 4. desember og eftir 1-1 og brotssparkskapping vann.

 

Hjá B36 eru Andrass Johansen og Andrias H. Eriksen skaddir, og hjá Víkingi eru Olaf Bárðarson og Ingi Jonhardsson tøkir aftur, eftir at teir vóru leikbannaðir í 3-1 sigrinum á útivølli ímóti NSÍ. Andreas Lava Olsen hevur seinastu vikurnar ikki vant saman við liðfeløgunum.

 

Víkingur – B36: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 19.00

 

-

 

15141043443
Víkingur141112441234
HB14743271825
B3614716251222
EB/Streymur14626172520
AB15519234316
NSÍ155010213915
07 Vestur14338143212
B6814329133211
Skála1515917278