Nú síðsta bríksl hevur verið við Løkina í Runavík, vísir nýggja og fína máltalvan 4-2. Úrslitið ber við sær, at NSÍ hevur níggju stig, og at B36 framvegis hevur seks stig.
Hetta er ein ordiligur bakkaluðari hjá B36, sum manningarliga var omaná frá tí, at Mórits Heini Mortensen sá gula kortið fyri aðru ferð og harvið sá reytt, tá ið tað restaðu fýra minuttir av fyrra hálvleiki.
Úrslitið er staðfesting av, at tað er ikki væl vorðið í B36. Spælið úti á vøllinum er á góðari leið, men tað riggar ikki í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum, og í kvøld var tað eisini galið við verjuspælinum.
Undan hesum dystinum var málmunurin 3-1. Í kvøld fóru fýra mál ígjøgnum, og tá ið tað bara eydnaðist at fáa bóltin tvær ferðir framvið væl upplagda Tórði Thomsen er tað ikki langt frá, at tað fer at verða tosað um kreppu.
Hvat málskjóting viðvíkur var Klæmint A. Olsen ikki á talvuni. Hann varð skiftur út eftir fyrra hálvleik, tá ið tað hjá Allan K. Jepsen ráddi um at styrkja um verjuna, nú tað bara vóru tíggju gulir á vøllinum.
Nýggju donsku spælararnir hjá NSÍ vóru eyðsýndir í spælinum og stríðnum, og teir skoraðu trý mál. Mikkel Elbæk Jakobsen setti hol á longu í sjeynda minutti. Talan var um stórt kiks millum fleiri VB36 spælarar næstan frammi við miðlinjuna í høgru. Mikkel streyk avstað við bóltinum, og úr vinstru eydnaðist að honum at skora og so var 1-0.
Benjamin Heinesen var raskur í høgru hjá B36, og tað var eftir einmansavrik, tá ið hann sneiddi framvið fleiri og mitt fyri málinum trillaði bóltin framvið Símuni Rógva Hansen, sum fyri fyrstu ferð í ár vardi B36 málið.
Ein lítil hálvur tími var farin, tá ið Mikkel Elbæk Jakobsen aftur var upp á spæl. So var 2-1 til NSÍ, men B36 mundi av álvara kenna seg tevja stig og kanska sigurin, tá ið Mórits Heini Mortensen hjá NSÍ fýra minuttir undan leikloki sá gula kortið fyri aðru ferð.
Tað gekk heilt øðrvísi. NSÍ spælararnir vístu fínan hugburð eftir steðgin, og tá ið Petur Knudsen tíggju minuttir eftir steðgin við fínum frísparki plaffaði bóltin í málið úr eitt sindur spískum í vinstru, gekk tað fult og heilt fyri seg eftir treytunum hjá heimamonnunum, sum avrikaðu við stórum sjálvsáliti.
Dagsins maður, Mikkel Elbæk Jakobsen, átti uppleggið, tá ið Jacob Trenskow økti til 4-1, og so var avgjørt, at stigini fóru at vera í Runavík.
B36 royndi og royndi, men tað er ikki so stór tyngd í álopinum. Í kvøld var Brian Jakobsen í fremsta plássi, og tað eydnaðist honum seks minuttir undan leikloki at pynta um, tá ið hann eftir flatt innlegg úr vinstru og við handara stólpa stýrdi bóltin í málið.