B36 møtir Haverfordwest úr Wales á ólavsøku

Hóskvøldið 27. juli spælir B36 fyrra dystin móti Haverfordwest í øðrum umfarinum í Europa Conference League undankappingini

Aftaná B36 hevði vunnið seg víðari í Europa Conference League undankappingini fyrr í dag við einum 2-0, og harvið samlaðum 2-0 sigri á Paide úr Estlandi høvdu tey flestu í B36 gjørt seg klár til, at B36 skuldi eina langa ferð til Norðurmakedonia í øðrum undanumfarinum. 

 

Men nú vísir tað seg, at B36 skal eina heldur styttri ferð til Wales. 

 

Shkendija úr Norðurmakedonia var stórur favorittur til at vinna á Haverfordwest í Wales í kvøld. Shkendija hevði eisini eina 1-0 leiðslu við sær til Wales frá fyrra dystinum. Men Haverfordwest megnaði at vinna dystin í kvøld 1-0, og so mátti longd leiktíð til. Tá stóð framvegis 1-0, og harvið samlað 1-1, og so mátti brotssparkskapping til. 

 

Har hendi tað ótrúliga, at Haverfordwest brendi tvey brotsspørk, men lukkutíð fyri teir brendi Shkendija trý brotsspørk, og tí vann Haverfordwest brotssparkskappingina 3-2.

 

Tað verður tí Haverfordwest, ið kemur á vitjan í Gundadali á ólavsøku, hóskvøldið 27. juli. 

 

Returdysturin í Wales verður leiktur hóskvøldið 3. august.